Nýggjastu tíðindini

Svenska landsliðið úttikið

24-05-2013

Oddaliðið greiðasti favoritturin

23-05-2013

HB strýkur avstað í 2. deild hjá kvinnum

23-05-2013

NSÍ heldur fast um oddasessin

19-05-2013

FSF stuðlar 3-2 hjá Kringvarpi Føroya

17-05-2013

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 2. august 2012

U15-landsliðið endaði á 10. plássi

Í seinasta dystinum í Brøndby Cup tapti føroyska U15-landsliðið fyri OB, og endaði sostatt nummar 10 í kappingini

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum fekk onga úrtøku í seinasta dystinum í Brøndby Cup 2012, sum varð spældur ímóti OB úr Odense. Úrslitið gjørdist 3-2 til OB, eftir at støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.

Tað vóru annars føroysku dreingirnir ið løgdu betri fyri, og longu í 2. minutti legði Jákup Ludvig Thomsen Føroyar á odda.

Føroyska leiðslan helt sær í eitt korter, og tá seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal gjørdist støðan 2-1 til danir. OB var betra liðið, og lítla løtu seinni gjørdist støðan 3-1 til dreingirnar úr Odense.

Men 10 minuttir fyri leiklok peikaði dómarin á brotssparksblettin, og úr ellivu metrum var Jóhan Waag Høgnesen tryggur, og skorai til endaliga úrslitið 3-2 til OB.

Sum heild eydnaðist kappingin væl, og tá avtornaði gjørdist føroyska U15-landsliðið nummar 10 í Brøndby Cup 2012.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar hóskvøldið.

Hagtøl

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Effodeildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

Myndasavn

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

FSF Álmanakkin 2013

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

 

     

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8