Nýggjastu tíðindini
Melda til tíðindabræv
Tíðindi - 16. juli 2012
Á midnátt mánadagin 23. juli er seinasta freist at flyta leikarar, ið skulu hava yrkissáttmála, millum feløg
Mánadagin 25. juni lat flytingargluggin upp, og fram til á midnátt mánadagin 23. juli 2012, klokkan 23.59, kunnu leikarar, ið skulu hava yrkissáttmála, flyta millum feløg.
Í hesum sambandi verður heitt á øll feløg um at kanna eftir, at allir leikarar sum skulu spæla við í Effodeildini og allir leikarar, ið skulu hava yrkissáttmála, eru skrásettir í røttum felag.
Um neyðugu pappírini/skrásetingin í samband við leikaraskiftið ikki er komið upp á pláss áðrenn mánadagin 23. juli 2012, á midnátt, kann leikarin ikki gera yrkissáttmála við nýggja felagið, fyrr enn flytingargluggin letur upp aftur á vetri 2012/2013.
Tað merkir millum annað, at leikari, hvørs leikaraloyvi ikki er í felagnum, áðrenn flytingargluggin letur aftur, ikki kann spæla í Effodeildini kappingarárið 2012.
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|
|||||||||
|
|
|||||||||