Nýggjastu tíðindini

Svenska landsliðið úttikið

24-05-2013

Oddaliðið greiðasti favoritturin

23-05-2013

HB strýkur avstað í 2. deild hjá kvinnum

23-05-2013

NSÍ heldur fast um oddasessin

19-05-2013

FSF stuðlar 3-2 hjá Kringvarpi Føroya

17-05-2013

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 21. juni 2012

Kvinnurnar taka av møguleikanum

Undirtøkan til venjaraskeiðini hjá FSF hevur verið sera góð seinasta hálva árið, og serliga kvinnurnar hava veruliga tikið av møguleikanum, nú tær kunnu luttaka ókeypis.

Nú árið er hálvrunnið vísa hagtølini frá venjaraskeiðunum, at virksemið hevur verið rættiliga stórt. Men tølini vísa eisini, at kvinnurnar nú eisini eru ein rættuliga stórur partur av teimum ið luttaka.

Íalt 11 venjaraskeið hava verið higartil í ár, við tilsamans 279 luttakarum. Av hesum telja kvinnurnar 63 luttakarar, ella 22,6%. Samlaða tímatalið fyri tey 11 skeiðini, er 256 tímar ella 5.402 luttakaratímar.

Venjaraskeiðini, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri, kunnu býtast í tveir bólkar – útbúgving og impulsskeið. Útbúgvingin fevnir um tey skeiðini, sum til endans geva B-prógv ella A-prógv, meðan impulsskeiðini fyrst og fremst eru ætlaða at geva teimum íblástur, sum frammaundan hava tikið B- ella A-prógv.

Umleið 44% av øllum teimum sum luttóku, vóru á útbúgvingarskeiðunum, meðan 56 % vóru á impulsskeiðunum.

Í yvirlitinum niðanfyri sæst, at kvinnurnar hava verið serliga raskar at luttikið á útbúgvingar¬skeið-unum. Har telja tær umleið 40%.

Fýra B1-skeið vóru um mánaðarskifti januar-februar. Av teimum vóru tvey í Havn, eitt í Leirvík og eitt venjaraskeið var í Klaksvík. Øll hini skeiðini vóru í Havn.

Hyggja vit eftir hvaðani luttakararnir koma frá, so sæst, at uml 4% koma úr Norðoyggjum, 38% úr Eysturoynni, 37% úr Havn, 3% úr Sandoynni, 6% úr Vágum og 11% úr Suðuroynni.

Tað, at kvinnur sleppa ókeypis á venjaraskeiðini hjá FSF í 2012, er helst ein orsøk til góðu undirtøkuna frá teirra síðu.

Í dag eru tilsamans umleið 100 venjarar við A- og/ella B-prógvi. Hesi skulu endurnýggja lisensin eftir trimum árum. Hetta gera tey millum annað við at luttaka á góðkendum impulsskeiði í minst 15 tímar í hesum tíðarskeiði. Hetta er helst eisini ein orsøk til góðu undirtøkuna, ið tey fýra impulsskeiðini hava fingið.

Í september verður B-próvtøka og í november verður B3-venjaraskeið. Møguliga verður B2-venjaraskeið í oktober.

Skeiðsskráin fyri 2013 er ikki løgd, men ætlanin er at fara undir eitt nýtt A-venjaraskeið í januar-februar 2013.

Útbúgving

Staður

Dato

Tímar

Kvinnur

Menn

Íalt

Luttakara-
tímar

B1

Tórshavn

20.-22. jan.

20

5

23

23

460

B1

Leirvík

27.-29. jan.

20

3

8

11

220

B1

Tórshavn

3.-5. feb.

20

21

2

23

460

B1

Tvøroyri

24.-26. feb

20

6

5

11

220

B1 Íalt

 

 

80

35

33

68

1.360

Í %

 

 

 

51,5

48,5

 

 

               

B2

Tórshavn Februar 50 9 15 24 1.200
B4 Tórshavn Mars-juni 40 0 17 17 680
M2 Tórshavn Mars 50 6 9 15 750
      140 15  41  56  2.630
Útbúgving íalt     220  50  74  124  3.990
Í %       40,3  59,7     
               

Impulsskeið

Staður Dato  Tímar Kvinnur  Menn  Íalt  Luttakara-
tímar
 
TactX/Puls-ur Tórshavn Januar 36  36  288
Frá barni til ungd. Tórshavn  Mars 8 29  35 280
Taktisk venjing  Tórshavn   Mars 8 40  41  328
Coerver Tórshavn  Mai 12  37  43  516
Impulsskeið íalt     26  13  142  155  1.412
Í %       8,4  91,6     
               
Útbúgving & impuls Íalt     256 63 216 279 5.402
Í %       22,6 77,4    

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Effodeildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

Myndasavn

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

FSF Álmanakkin 2013

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

 

     

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8