Nýggjastu tíðindini

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Yvir 100 børn til landsliðsvenjing

08-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 27. februar 2012

Besta deildin eitur nú Effodeildin

Næstu trý árini fer besta deildin hjá monnum at eita Effodeildin


Fótbóltssamband Føroya og orkufelagið Effo hava í dag á tíðdindafundi í FSF-húsinum gjørt ein 3 ára stuðulssáttmála, sum inniber at besta deildin hjá monnum í fótbólti nú fer at eita Effodeildin.

Effo, sum er eitt føroyskt orkufelag, veitir orku og tilhoyrandi tænastur til húsarhald, stovnar og vinnulív í Føroyum. Harafturat eigur felagið allar Fast-handlarnar kring landið umframt stóra oljuterminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Í dag arbeiða umleið 200 starvsfólk undir Effo-merkinum.

- Hetta er ein stórur heiður fyri okkum og øll okkara starvsfólk, sigur Niels Juel Nattastad, stjóri á Effo.

- Vónandi fer okkara stuðul at verða eitt munandi klípi undir hesi deild og hjá feløgum og leikarum king landið. Effodeildin, sum hon nú eitur, er nakað serlig. Tað er henda deild, sum nógvir vónríkir ungdómar síggja upp til og vilja gerast partur av og sum er lopfjølin til okkara fótbóltslandslið - Føroya sterkasta altjóða brand, sigur Niels Juel.

- Fyri okkum er tað stórfingið at hava gjørt hesa avtalu sum hóskar sera væl til okkara atferð og hugburð. Vit eru eitt felag, sum hvønn dag kemur í hvønn krók í Føroyum, og tað er júst tað, sum Effodeildin eisini ger.

- Vit gleða okkum til samstarvið við FSF komandi trý árini og eg fari at nýta høvi at ynskja øllum feløgum og fótbóltsáhugaðum eitt gott kappingarár í Effodeildini, sigur Niels Juel Nattestad at enda.

Christian Andreasen, FSF-forseti, fegnast somuleiðis um avtaluna við Effo:
- Avtalan tryggjar, at øll feløg í Effodeildini fáa ein eyka stuðul komandi 3 árini. Vit gleða okkum til samstarvið við Effo, og eg fari somuleiðis at ynskja øllum eitt gott kappingarár í Effodeildini, sigur Christian Andreasen at enda.

Fyrsti dystur í Effodeildini verður í Gundadali leygardagin 24. mars millum meistararnar úr B36 og uppflytararnar úr FC Suðuroy.

Christian Andreasen, FSF-forseti - Mynd: Álvur Jaraldsen


Christian Andreasen og Niels Juul Nattestad - Mynd: Álvur Haraldsen


Mynd: Álvur Haraldsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7