Nýggjastu tíðindini

Okkara áskoðarar skikka sær best

19-01-2020

eFótbóltur: Føroyar møta heimsmeistara

15-01-2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

15-01-2020

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

06-01-2020

Adrian skoraði ársins mál 2019

31-12-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 15. januar 2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

Fyrsti dysturin hjá nýggja føroyska A-landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson, verður á MCH Arena í Herning, har Danmark tekur ímóti fríggjadagin 27. mars. Tríggjar dagar seinni spælir føroyska liðið á útivølli móti Andorra

Danska landsliðið fyrireikar seg til EM-endaspælið í summar - Mynd: DBU.dk

- Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.

 

- Áðrenn dystin móti Danmark, sum skal til EM í summar, hevur føroyski hópurin bara havt møguleika at vant fýra ferðir saman, so tað verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men mær dámar hesar avbjóðingar, og tær kunnu vónandi lyfta okkum, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sambært landsliðsskránni fyri 2020 skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla tíggju dystir í hesum árinum. UEFA Nations League verður spælt í heyst, men áðrenn tað skulu Føroyar spæla fýra venjingardystir – tveir í mars og tveir í juni mánað.

 

Dystirnir í mars mánað verða á útivølli ímóti Danmark og Andorra. Fríggjadagin 27. mars spæla Danmark og Føroyar á MCH Arena í Herning, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 30. mars tekur Andorra ímóti á Estadio Nacional í Andorra.

 

Tíðliga í juni mánað skal føroyska liðið aftur í vøllin í tveimum venjingardystum. Fyrri dysturin verður tann 3. juni, tá Ísland og Føroyar fara at dystast á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Bíðað verður við at finna mótstøðulið til seinna venjingardystin í juni til lutakastið til UEFA Nations League hevur verið.

 

- Andorra kenni eg ikki so nógv til í løtuni, men tað verður spennandi at møta einum landi, sum er í sama styrkisbólki sum vit. Eg vænti nakrar góðar og læruríkar venjingardystir, sum samstundis skulu tryggja, at vit eru so væl fyrireikaðir sum tilber til avbjóðingarnar í Nations League í heyst, sigur Håkan Ericson.

 

Í komandi UEFA Nations League kappingini eru Føroyar í Deild D saman við Gibraltar, Lettlandi, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino. Hesi sjey londini skulu síðani býtast í tveir bólkar – ein bólk við fýra londum og ein bólk við trimum londum.

 

Lutakastið til UEFA Nations League verður í Amsterdam í Hollandi týsdagin 3. mars. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.

 

Atgongumerkjasølan til venjingardystin móti Danmark byrjar um ein góðan mánað á www.billet.dbu.dk.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7