Nýggjastu tíðindini

Okkara áskoðarar skikka sær best

19-01-2020

eFótbóltur: Føroyar møta heimsmeistara

15-01-2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

15-01-2020

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

06-01-2020

Adrian skoraði ársins mál 2019

31-12-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 31. desember 2019

Adrian skoraði ársins mál 2019

Atkvøðugreiðslan í samband við ársins mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum er liðug, og nú talt er saman er greitt, at Adrian Justinussen úr HB gjørdi besta málið farna kappingarár

Adrian Justinussen heldur í ár nýggjár saman við systkinabørnunum á Toftum - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Málið er altíð at vinna FM. Men gull í kappingini um Løgmanssteypið, og heiðurin at hava skorað ársins mál í landskappingini má sigast at vera góðtikið, serliga tá hugsað verður um, at vit ikki megnaðu at endurvinna meistaraheitið.

 

Soleiðis sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF, beint eftir at hann er kunnaður um, at hann hevur skorað ársins mál 2019, og í stuttum skal seta orð á farna kappingarár.

 

Seinastu vikurnar hava fótbóltsfjepparar havt møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum. Umleið 2.100 atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum”, sum er mannaður við umboðan fyri føroysku fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar.

 

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum” telja hini 50 prosentini.

 

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og nú er greitt, at Adrian Rúnason Justinussen úr HB skoraði Ársins Mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Málið skoraði Adrian í 21. umfari, tá HB var á vitjan í Klaksvík.

 

Men kappingin var ógvuliga tøtt millum nummar 1, 2 og 3. Adrian Justinussen fekk 20,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jóannes Bjartalíð og Dan í Soylu, ið blivu nummar 2 og 3, fingu ávikavist 19,9 og 19,2 prosent av samlaðu atkvøðunum.

 

Fyri heiðurin fær Adrian Justinusen eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2019 í Betri Deildini”, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

 

Málini, ið vóru tilnevnd til Ársins mál 2019, síggjast niðanfyri.

 

 

Prógvið upp á, at Adrian Justinussen skoraði Ársins mál 2019 í fremstu deildini hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7