Nýggjastu tíðindini

Okkara áskoðarar skikka sær best

19-01-2020

eFótbóltur: Føroyar møta heimsmeistara

15-01-2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

15-01-2020

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

06-01-2020

Adrian skoraði ársins mál 2019

31-12-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 22. desember 2019

Tvey spennandi størv leys at søkja

Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at seta tveir fótbóltsmennarar afturat i starv. Freistin at søkja er 10. januar 2020

FSF fer í næstum at seta tveir fótbóltsmennarar afturat í starv - Mynd: www.FSF.fo

Fyri at styrkja ítróttarliga partin í Fótbóltssambandi Føroya, fer FSF í næstum at seta ein ella tveir fótbóltsmennarar afturat í starv. Talan kann bæði verða um fulltíðarstarv og/ella parttíðar starv.

 

Í løtuni eru tveir fótbóltsmennarar í starvi hjá FSF, og koma nýggju fótbóltsmennararnir at arbeiða í mennaratoyminum, saman við teimum, sum frammanundan eru knýtt at ítróttarliga partinum í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Uppgávan hjá nýggju fótbóltsmennarunum verður at menna og stuðla barna- og ungdómsvenjarum, og harvið virka við til at menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring alt landið. Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at loysa uppgávur við ungdómslandsliðum.

 

Okkum tørvar
Tú vilt fyrst og fremst menna føroyskan fótbólt. Harumframt ert tú fúsur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber í sær. Starvið krevur nógva ferðing innanlands, umframt kvøld- og vikuskiftisarbeiði, og tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú
- hevur hóskandi venjaraútbúgving
- hevur aðra viðkomandi útbúgving
- hevur royndir við ungdómsarbeiði
- hevur góð samstarvsevni
- ert væl skipað/-ur
- dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
- hevur telduførleikar á brúkarastigi
- hevur koyrikort

 

Vit bjóða tær
Tú verður partur av einum toymi, sum ikki hevur sín líka í Føroyum. Tú sleppur at sameina, tað at skipa menningararbeiði og altjóða uppgávur. Arbeiðið verður sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur í toyminum og samskiftir dagliga við tekniska stjóran í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Umsókn og freist
Ert tú áhugað/-ur í størvunum, send eina umsókn við prógvum og viðmælum til psc@fsf.fo, og skriva, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum fótbóltsmennari. Freistin at søkja er 10. januar 2020.

 

Hevur tú spurningar í sambandi við størvini, kanst tú venda tær til Pætur Smith Clementsen, tekniska stjóra í FSF, á telefon 29 19 64, ella send ein teldupost til psc@fsf.fo.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7