Nýggjastu tíðindini

Okkara áskoðarar skikka sær best

19-01-2020

eFótbóltur: Føroyar møta heimsmeistara

15-01-2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

15-01-2020

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

06-01-2020

Adrian skoraði ársins mál 2019

31-12-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 16. desember 2019

Fótbóltssamband Føroya á Jobmatch

Leygardagin 28. desember verður árliga Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og í ár verður Fótbóltssamband Føroya eisini umboðað. Framløgan hjá FSF verður klokkan 14:40

Jobmatch 2019 verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. desember - Mynd: Ólavur Frederiksen

Fótbóltssamband Føroya, FSF, varð stovnað í 1979, men fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðani síðst í 19. øld. Fótbólturin er tó nógv broyttur síðani fyrstu feløgini vórðu sett á stovn.

 

Í Fótbóltssambandi Føroya eru vit áhugaði í at byggja brýr millum vitan og virkisroyndir, til tess at menna fótbóltin í Føroyum enn meira. Vit ynskja tí vísindaliga vitan, ið kann verða viðkomandi fyri menning av føroyskum fótbólti.

 

Vit ynskja at uppgbyggja vitan innan m.a. fysiologisk øki, samfelagsviðurskifti og humanistiskt øki (td. fyrisiting, sociologi og fíggjarviðurskifti).

 

Hvat er samfelagsliga virðið á føroyskum fótbólti?

Fótbóltur hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum, og er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. Fótbólturin hevur tí eitt stórt virði fyri samfelagið.

 

Tað hevur sínar fyrimunir at vera virkin í fótbólti - bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað er ein máti at halda seg í venjing, og samstundis er tað eisini við til at menna børn og ung, og gevur teimum harvið nakrar týdningarmiklar lívseginleikar.

 

Vit ynskja tí at kanna, hvat samlaða samfelagsvirðið hjá føroyskum fótbólti er. Millum annað verður hugsað um, hvat er virðið á sjálvbodna arbeiðinum, virðið á heilsu- og sosialu ágóðunum, og hvørjar inntøkur fótbólturin hevur við sær til føroyska búskapin. 

 

Er føroyskur fótbóltur áhugaverdur?

Flest allir føroyingar hava eitt yndis fótbóltsfelag, men hóast tað, so er talið av áskoðarum til dystir í Betri Deildini fallandi. Vit ynskja tí at kanna, hvørjar orsøkirnar eru, og um føroyingar halda føroyskan fótbólt vera nóg áhugaverdan.

 

Evni kann viðgerast úr nógum ymiskum sjónarhornum, har t.d. dentur verður lagdur á:

- Hava vit røttu kappingarskipanina til eina áhugaverda kapping?

- Bjóða vit eina áhugaverda vøru? 

- Hví fara fólk til dyst í Betri Deildini / hví velja fólk ikki at fara til dyst í Betri Deildini?

- Áhugin fyri føroyskum fótbólti samanborið við áhugan fyri útlendskum (serliga enskum) fótbólti?

 

Hví gevast børn at spæla fótbólt í ungdómsárunum?

Fótbóltur er helst best umtókta ítróttargrein í Føroyum. Tó vísa hagtøl, at ein ov stórur partur av teimum ungu gevast at spæla fótbólt í tannárunum.

 

Vit ynskja tí at fáa kannað, útgreinað og funnið fram til, hvørjar orsøkirnar kunnu vera, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

 

Í uppgávuni eigur dentur m.a. at verða lagdur á hesi viðurskifti:

- Hvat fær tannáringar at gevast við at spæla fótbólt?

- Er munur á fráfallinum landafrøðiliga?

- Gentur og dreingir – Er munur á?

- Hvussu kann gongdin vendast?

 

Fleiri av luttakarunum á Jobmatch hava ymiskar framløgur, og í tí sambandi kann nevnast, at framløgan hjá Fótbóltssambandi Føroya verður klokkan 14:40. Framløgurnar  verða í ”Dansistovuni” í Norðurlandahúsinum.

 

Nærri kunning og skrá fyri Jobmatch 2019, sum verður leygardagin 28. desember, sæst H E R.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7