Nýggjastu tíðindini

Okkara áskoðarar skikka sær best

19-01-2020

eFótbóltur: Føroyar møta heimsmeistara

15-01-2020

Danmark bjóðar av í venjingardysti

15-01-2020

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

06-01-2020

Adrian skoraði ársins mál 2019

31-12-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 16. desember 2019

Håkan nýggjur A-landsliðsvenjari

Svenski Håkan Ericson verður venjari hjá A-landsliðnum komandi fýra árini, eftir at sáttmáli varð undirskrivaður mánadagin. Håkan Ericson, sum er 59 ára gamal, hevur drúgvar venjararoyndir og er serliga kendur frá tíðini sum svenskur U21-landsliðsvenjari, har hann leiddi liðið til EM-gull í 2015

Håkan Ericson byrjar í nýggja starvinum 1. januar 2020 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Á middegi mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og svenski Håkan Ericson undir avtalu, ið inniber, at sviin verður høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum við monnum næstu fýra árini. 

 

- Eg havi altíð fylgt við úrslitunum hjá føroyska landsliðnum og havi sæð, at liðið seinastu árini hevur framt fleiri góð úrslit. Tá fótbóltssambandið setti seg í samband við meg um venjarastarvið, kveikti hetta tí beinanvegin mín áhuga.

 

- Eg havi greinað seinastu dystirnar og tað er eyðsæð, at liðið hevur dygdir og fleiri góðar leikarar. Grundarlagið fyri einum góðum liði er lagt, og eg ynski at byggja hetta víðari. Eg gleði meg at læra Føroyar og føroyingar at kenna. Hetta er ein uppgáva og avbjóðing, sum eg við stórum eldhuga nú fari undir, sigur nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, er vísur í, at landsliðið við Håkan Ericson hevur fingið fatur í rætta venjaranum at føra liðið komandi árini.

 

- Profilurin hjá Håkan Ericson passar væl til okkara ynski til ein landsliðsvenjara. Eftir at hava møtt Håkan, bleiv eg sannførdur um, at hetta var rætti leiðarin til landsliðið komandi árini. Úrslitini við svenska U21 landsliðnum eru einastandandi og Håkan hevur víst í verki, at hann megnar at fáa ótrúlig úrslit undir avbjóðandi umstøðum. Eg síggi fram til eitt mennandi samstarv, og eg ivist ikki í, at vit við setani av Håkan fara at flyta føroyskan landliðsfótbólt uppaftur meira tey komandi árini, sigur forsetin í FSF.

 

Håkan Ericson byrjar í starvinum 1. januar 2020.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7