Nýggjastu tíðindini

EM: U19-dreingirnir í sterkan bólk

03-12-2019

Fáa nú at síggja, um vit eru góðir

02-12-2019

Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti

30-11-2019

Elmar Ósá undir UEFA útbúgving

29-11-2019

EM: U19-genturnar til Pólland

29-11-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 30. november 2019

Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti

Leygardagin varð finalan í eFótbólti spæld í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Vinnararnir gjørdust Heðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð. Sostatt eru teir fyrstu FM-vinnarar í eFootball PES 2020

Martin Heldarskarð og Heðin Egholm Skov eru fyrstu føroyameistarar í eFótbólti - Mynd: Bjarni Enghamar

Heðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð kunnu kalla seg føroyameistarar 2019 í eFótbólti. Farnu vikuna hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri FM-kapping í eFootball PES 2020.

 

Kappingin varð skipað í tveimum aldursbólkum – 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri. Heðin Egholm Skov vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskarð vann kappingina hjá teimum yngru.

 

Talan gjørdist eisini um tvær sera spennandi finalur. Heðin vann 2-1 á Virgar Trondesen í finaluni fyri teir eldru, og sama úrslit bleiv í finaluni hjá teimum yngru, har Martin basti Jonn Mortensen.

 

Umframt føroyameistaraheitið til Heðin Egholm Skov, og eitt silvurheiðursmerki til Virgar Trondesen, tryggjaðu teir báðir sær eisini pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA eEURO 2020-undankappingini.

 

Frá vinstru: Jonn Mortensen, Martin Heldarskarð og Gabriel Nolsøe Petersen, sum gjørdust ávikavist nummar 2, 1 og 3 í kappingini fyri teir yngru - Mynd: Bjarni Enghamar

 

Virgar Trondesen, Heðin Egholm Skov og Høgni Øssurson, sum blivu ávikavist nummar 2, 1 og 3 í kappingini fyri teir eldru - Mynd: Bjarni Enghamar

 

Føroyska eLandsliðið, mannað við Virgar Trondesen og Heðin Egholm Skov - Mynd: Bjarni Enghamar

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7