Nýggjastu tíðindini

EM: U19-dreingirnir í sterkan bólk

03-12-2019

Fáa nú at síggja, um vit eru góðir

02-12-2019

Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti

30-11-2019

Elmar Ósá undir UEFA útbúgving

29-11-2019

EM: U19-genturnar til Pólland

29-11-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 27. november 2019

eFótbóltur: Allir finalistarnir funnir

Ronnie Korsager Davidsen vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskrð vann hjá teimum yngru, tá seinna innleiðandi umfar í eFótbóltskappingini varð spælt í Telebúðini í miðbýnum í Havn farna týsdag

Martin Heldarskarð vann sær týsdagin pláss í finaluni í eFótbóltskappingini. Finalan verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele leygardagin klokkan 17:00 - Mynd: www.FSF.fo

Týsdagin varð seinna innleiðandi umfar í nýggju eFótbóltskappingini, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri, spælt í Telebúðini í miðbýnum í Havn.

 

Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum – 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri. Fýra teir bestu í hvørjum aldursbólki fara víðari til finaluumfarið, sum verður leygardagin 30. november í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

 

Úrslitið í Telebúðini í Havn gjørdist, at Martin Heldarskarð bleiv nummar 1 í yngra aldursbólkinum, meðan Ronnie Korsager Davidsen vann hjá teimum eldru.

 

Hinir tríggir í yngra aldursbólkinum, sum týsdagin tryggjaðu sær pláss í finaluni, vóru Gabriel N. Petersen, Atli Falkvard og Niklas Gaard. Hjá teimum eldru vóru tað, umframt Ronnie K. Davidsen, Birgir Nielsen, Hávarður Christiansen og Virgar Trondesen, sum spældu seg í finaluna.

 

Farna leygardag varð fyrra innleiðandi umfar spælt í Telebúðini í Saltangará. Í kappingini fyri teir eldru vóru tað Heðin Egholm Skov, Ingolf Tvørfoss, Áron Sørensen og Høgni Øssurson, sum spældu seg víðari til finaluumfarið.

 

Í kappingini fyri teir yngru vóru tað Jonn Mortensen, Sámuel Johansen, Beinir Grønagarð og Brian Grønagarð, ið tryggjaðu sær pláss í finaluni.

 

Í báðum aldursbólkum verður spælt um føroyameistaraheitið, umframt at teir eldru eisini spæla um eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA EURO 2020-undankappingini.

 

Fyrstu dystirnir í finaluumfarinum byrja klokkan 17:00. Ókeypis atgongd er til finalurnar.

 

Skráin

 

15 ár og yngri

 

16 ár og eldri

 

Ronnie Korsager Davidsen vann kappingini fyri teir eldru, tá seinna innleiðandi umfar varð spælt í Havn - Mynd: www.FSF.fo

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7