Nýggjastu tíðindini

EM: U19-dreingirnir í sterkan bólk

03-12-2019

Fáa nú at síggja, um vit eru góðir

02-12-2019

Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti

30-11-2019

Elmar Ósá undir UEFA útbúgving

29-11-2019

EM: U19-genturnar til Pólland

29-11-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 22. november 2019

eFótbóltskappingin av bakkastokki

Leygardagin 23. november klokkan 11:00 fer fyrsta eFótbóltskappingin í Føroyum av bakkastokki, tá fyrra umfari í innleiðandi kappingini verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará

Leygardagin 23. november verður fyrsta umfar í eFótbóltskappingini spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará - Mynd: www.FSF.fo

Føroyar eru við í nýggju altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020, har kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020. Talan er eisini um fyrstu FM-kapping í eFótbólti, umframt at fyrstu føroysku eLandsliðsspælararnir skulu finnast.

 

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele, sum í felag skipa fyri eFótbóltskappingini.

 

Kapingin verður skipað sum tvey innleiðandi umfør, og síðani einum finaluumfari. Spælt verður á átta Play Station-básum, sum eru serframleiddir til eFótbóltskappingar.

 

Fyrra innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará í morgin, leygardagin 23. november, og byrjað verður klokkan 11:00.

 

Seinna innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn týsdagin 26. november. Og tað ber framvegis til at boða frá luttøku til umfarið í Havn. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýsta H E R.

 

Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast tey sum eru 15 ár og yngri, meðan í eldra bólkinum kappast tey, sum eru 16 ár og eldri.

 

Í yngra aldurbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, meðan í eldra aldursbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, umframt eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini.

 

Fýra luttakarar spæla seg víðari úr innleiðandi kappingunum, og beinleiðis í finaluumfarið, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 30. november.

 

Leikskráin fyri kappingarnar

 

16 ár og eldri (kappast um FM og eitt eLandsliðspláss)

 

15 ár og yngri (kappast um FM)

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7