Nýggjastu tíðindini
Melda til tíðindabræv
Tíðindi - 5. november 2019
Í døgunum 22. og 23. november verður skipað fyri skeiði fyri fólki, sum hava áhuga í at vera vaktir til bæði altjóða- og føroyskar fótbóltsdystir
Fyrstu UEFA Stewards, ið hava tikið prógv í Føroyum. Prógvini vórðu handaði 1. apríl 2019. Nýtt skeið verður 22. og 23. november - Mynd: Hans Erik Danielsen
Skeiðið, ið verður hildið í FSF-húsinum í Havn fríggjadagin og leygardagin, 21. og 22. november, er eitt sonevnt “UEFA Steward Course”, og er býtt upp í fleiri partar.
Millum annað verða hesi evni umrødd
- At vera Steward (enska orðið fyri vaktarfólk til dyst)
- Tænastuveiting og samskifti
- Arbeiðsbýti til dyst
- Hvussu ert tú sum vaktarfólk
- Evakuering og neyðstøður
- Ymiskar støður, ið kunnu fyrikoma
Skeiðið er fríggjadag frá klokkan 17:00 til 21:30 og leygardag frá 09:00 til 17:30.
Skeiðið, ið er ókeypis, er ætlað øllum, sum arbeiða sum vaktarfólk til dystir, ella sum hava áhuga fyri hesum.
Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 15. november. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo
Nærri kunning um skeiðið fæst við at venda sær til Terja Nielsen, tel. 23 12 60.
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||
|
|||||||||