Nýggjastu tíðindini

Seinasti hópurin hjá Lars og Jóannes

07-11-2019

Fyrireikingarnar til EM byrjaðar

07-11-2019

FSF skipar fyri skeiði fyri vaktarfólk

05-11-2019

U19-landsliðið við dreingjum úttikið

01-11-2019

Ársins spælarar skulu finnast

30-10-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 28. oktober 2019

Lars Olsen nýggjur venjari í Esbjerg fB

Føroyski landsliðsvenjarin byrjar í starvinum beinanvegin, men avtala er samstundis gjørd millum FSF og danska superligafelagið, at Lars Olsen stendur á odda fyri landsliðnum til dystirnar móti Norra og Svøríki

Eftir átta ár sum føroyskur landsliðsvenjari, hevur Lars Olsen skrivað sáttmála við danska superligafelagið, Esbjerg fB. Nýggi sáttmálin er galdandi til á sumri í 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Eftir at hava staðið á odda fyri føroyska landsliðnum í átta ár, er tíðin komin til at finna sær aðrar avbjóðingar. Eg havi tí boðað Fótbóltssambandi Føroya frá, at sáttmálin, ið gongur út á nýggjárinum, ikki verður longdur.

 

Soleiðis segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum í FSF-húsinum mánamorgunin 30. september, eftir at hann hevði kunngjørt føroyska landsliðshópin til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta.

 

Og nú er greitt, at nýggju avbjóðingarnar hjá Lars Olsen verða í Esbjerg fB, sum spælir í donsku Superliguni. Danska felagið hevur samstundis heitt á FSF um at leysgeva skjótt fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran beinanvegin, so hann kann byrja í nýggja starvinum alt fyri eitt.

 

Fótbóltssamband Føroya hevur eftirlíka hesum ynskja, men avtala er gjørd millum FSF og Esbjerg fB, at Lars Olsen skal avgreiða sínar uppgávur í samband við landsdystirnar móti Norra og Svøríki, sum verða 15. og 18. november.

 

- Við hesum vil FSF ynskja Lars Olsen góða eydnu í nýggja felagnum, og samstundis takka honum fyri ómetaliga gott samstarv seinastu mongu árini, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Longu seinni í dag hevur Lars Olsen sína fyrstu venjing við superligaliðnum hjá Esbjerg fB, sum komandi fríggjadag tekur AC Horsens á Blue Water Arena í Esbjerg. Eftir 14 umfør er Esbjerg fB nummar 13 í 3F Superliga. FC Midtjylland er fremst við 35 stigum.

 

Avtalan millum Lars Olsen og Esbjerg forenede Boldklubber, stytt EfB, er galdandi til á sumri í 2022.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7