Nýggjastu tíðindini

Tvær broytingar á føroyska liðnum

15-10-2019

Hanna gleðir seg at umboða Føroyar

15-10-2019

Hesir byrja fyri U21 ímóti Ísrael

15-10-2019

Jóannes: Vit fara eftir sigrinum

14-10-2019

Rumenar vóru effektivari

12-10-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 4. oktober 2019

Dreymafótbóltur var ikki nokk

Tað rakk ikki í seinastu royndini hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum seinnapartin fríggjadagin spældi síðsta dystin í EM-undankappingini. Føroyar taptu 4-1 fyri Litava, sum var frammanfyri 2-0 í hálvleikinum

Føroyski U17-hópurin, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Svøríki - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinasta dystin í EM-undankappingini, sum síðstu dagarnar hevur verið í Svøríki. Úrslitið móti Litava gjørdist 4-1 til litavar, sum vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Men hóast tap, so fortelur hetta als ikki alla søguna. Serliga fyrsta stóra hálva tíman sat føroyska liðið á øllum, og við frálíkum og kvikum álopsspæli, komu okkara dreingir til nógvar og stórar málmøguleikar. Men hvørki einsamallir við málverjanum, ella tá bólturin hoppaði aftur og fram á málstrikuni, vil bólturin fara í litavisku netmeskarnar. Í staðin hendi tað, sum vit hava sæð so ofta áður. Mótstøðumenninir vóru náðileysir, og so var 2-0 til Litava í hálvleikinum.

 

Beinanvegin eftir steðgin setti føroyska liðið seg aftur á dystin, og tá góðir tíggju minuttir vóru spældir eydnaðist tað Súna Hansen at minka til 2-1. Eitt mál á muni, og føroyska liðið sá út til at hava fult tamarhald á. Men brádliga fáa litavar eitt heldur ov lætt mál, og so var aftur mótbrekkan. Seinastu løtuna bleiv satsað, men eydnan var ikki við okkara dreingjum. Í staðin fingu litavar brotsspark í seinastu minuttunum, sum teir settu í netið.

 

- Samanumtikið eru úrslitini í hesi kappingini ikki góð. Vit taptu greitt fyri einum sera góðum donskum liðið, sum eisini vann sannførandi á Litava (6-1) og Svøríki (5-1). Men leikliga avrikið hjá okkara dreingjum móti Svøríki og Litava var gott, og tað sama var teirra hugburður.

 

- Tapini mugu vit venjarar taka á okkara kappa, tí tað er heilt víst, at leikliga fótbóltsframtíðin hjá hesum dreingjunum als ikki er so svørt, sum onkur kanska vil vera við. Vit hava nógvar framúr góðar ungar spælarar, og tað hevur verið ein heiður at fylgt teimum higartil á teirra fótbóltsleið, sigur U17-landsliðsvenjarin, Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

 

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Litava - Myndir: www.FSF.fo

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7