Nýggjastu tíðindini

Tvær broytingar á føroyska liðnum

15-10-2019

Hanna gleðir seg at umboða Føroyar

15-10-2019

Hesir byrja fyri U21 ímóti Ísrael

15-10-2019

Jóannes: Vit fara eftir sigrinum

14-10-2019

Rumenar vóru effektivari

12-10-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 3. oktober 2019

Taptu móti góðum kekkiskum liði

U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Mótstøðuliðið var Kekkia, sum vann 5-0

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

- At tapa 5-0 er sjálvandi ongantíð eitt gott úrslit, men vit møta einum sera góðum kekkiskum liði. Vit byrja væl, og fyrsta málið kom ikki fyrr enn eftir 23 minuttir. Í hálvleikinum var støðan 3-0, og vit kendu vit á okkum, at hetta var ein heldur stór leiðsla.

 

- Í seinna hálvleiki verður brekkan brattari, tá tær skora til 4-0, og ein av okkara fær reytt kort. Men tíbetur var reaktiónin hjá okkara spælarum góð, og tær stríðast alt fyri at fyribyrgja einum rættiligum skrædli. Gamaní taptu vit við fimm málum, men tað var hugaligt at síggja tann stríðsvilja, ið okkara spælarar vístu, so tapið ikki bleiv óneyðuga stórt.

 

- Sjálvt um innsatsurin var í lagi, so iðra vit okkum um, at vit ikki hava bóltin meira og megna at skapa fleiri kjansir. Men vit ráða ikki altíð yvir gongdini í dystinum, tá vit møta so sterkari mótstøðu.

 

Soleiðis sigur Pætur Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum mikukvøldið tapti 5-0 fyri Kekkia. Talan var um fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Vaasa í Finnlandi.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru vertslandið Finnland og Litava. Og samstundis sum Føroyar spældu móti Kekkia, vann Finnland heili 9-0 á Litava.

 

- Nú hvíla vit og byrja at fyrireika okkum til dystin móti Finnlandi. Tær eru væntandi eitt sindur sterkari enn Kekkia, so okkara gentur fáa seg veruliga royndar, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroysku genturnar gera seg klárar til at dystast við Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7