Nýggjastu tíðindini

Tvær broytingar á føroyska liðnum

15-10-2019

Hanna gleðir seg at umboða Føroyar

15-10-2019

Hesir byrja fyri U21 ímóti Ísrael

15-10-2019

Jóannes: Vit fara eftir sigrinum

14-10-2019

Rumenar vóru effektivari

12-10-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 10. september 2019

Eli: Hetta var langt frá góðtikið

U21-landsliðið tapti heili 7-1 ímóti Norðurmakedónia. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Jákup B. Andreasen, tá hann í 19. minutti legði Føroyar á odda við brotssparki. Men so raplaði inn í hinum endanum

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia - Mynd: www.FSF.fo

- At leggja rygg til ósigur er ongantíð stuttligt, og at fáa ein ordiliga frammaná, sum í kvøld her í Norðurmakedónia, er ein ræðulig kensla. Men vit kunnu ikki renna undan veruleikanum á degnum, og vit fara ongantíð at leita við lykt eftir undanførslum. Nú skal øll orku brúikast til at hyggja inneftir fyri at finna út av, hvat vit kunnu gera betri næstu ferð.

 

Orðini eigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, eftir 7-1 avsmurningin í Skopje í Norðurmakedónia.

 

Tað byrjaði annars væl hjá føroyska liðnum, sum kom á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru spældir. Dómarin floytaði fyri brotssparki til Føroyar, og úr ellivu metrum var Jákup Biskopstø Andreasen tryggur.

 

Men so gekk heilt gali, og tað í ólukkumát. Tá liðini fóru til hálvleik stóð 3-1 til heimaliðið á máltalvuni, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, var støðan 7-1 til Norðurmakedónia.

 

- Eg harmist almikið spælaranna vegna, at teir skulu leggja rygg til hendan ósigurin. Men bæði teir og vit við evstu ábyrgd mugu viðurkenna, at hetta var ikki góðtikið – langt frá, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsti dystur hjá U21-landsliðnum verður tann 15. oktober – á útivølli móti Ísrael. Síðstu dystur í hesum árinum verður á heimavølli 19. november, tá norðurmakedónar vitja í Føroyum.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7