Nýggjastu tíðindini

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

14-09-2019

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

12-09-2019

Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar

12-09-2019

Video: KÍ - Víkingur 4-2

11-09-2019

Fyrsta steypafinalan verður í kvøld

11-09-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 9. september 2019

Bjartalíð loypti hvøkk á spaniólar

Spania var á odda 2-0, tá Jóannes Bjartalíð gjørdist leysur við David De Gea. Men málverjin hjá spaniólum bjargaði væl, og tá dómarin floytaði av, stóð 4-0 á máltalvuni

Tað var nær við. at Jóannes Bjartalíð minkaði um munin til 2-1 móti Spania. Men David De Gea í spanska málinum bjargaði væl - Mynd: Hans Erik Danielsen

Lat tað bara verða sagt beinanveg: Betri liðið vann á Estadio El Molinón í Gijón sunnukvøldið. Spania sat á meginpartin av spælinum, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, var spælbýtið 70-30 til spaniólar.

 

Tá tólv minuttir vóru spældir gjørdist støðan 1-0 til heimaliðið, og var hetta eisini fult í tráð við leikgongdina. Men aftaná vístu sjónvarpsmyndirnar heilt greitt, at talan var um rangstøðu, og tí átti málið at verðið kolldømt.

 

Føroyska liðið stríddist væl, og saman við Gunnari Nielsen í málinum, vístu okkara spælarar ein framúr vilja í verjustøðu. Men spaniólar vóru tolnir, og tað eydnaðist teimum tríggjar ferðir í seinna hálvleiki at fáa mál.

 

Men við støðuni 2-0 til Spania, og eitt gott korter restaði í av dystinum, sendi Jóannes Bjartalið ein lítlan hvøkk gjøgnum alt Spania. Brádliga gjørdist ungi klaksvíkingurin leysur við David De Gea í spanska málinum. Skotið var gott, men tað var bjargingin hjá De Gea eisini, og so spurdist ikki meira burtur úr.

 

Samstundis sum Spania og Føroyar dystaðust, spældu Svøríki og Norra javnleik 1-1. Fyrr um dagin vann Rumenia 1-0 á heimavølli móti Malta.

 

Næstu uppgávurnar hjá A-landsliðnum eru um ein góðan mánað. Leygardagin 12. oktober spæla Føroyar og Rumenia, og týsdagin 15. oktober vitja maltesar á Tórsvølli.

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7