Nýggjastu tíðindini

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

14-09-2019

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

12-09-2019

Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar

12-09-2019

Video: KÍ - Víkingur 4-2

11-09-2019

Fyrsta steypafinalan verður í kvøld

11-09-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 1. september 2019

Stórir møguleikar á gentusíðuni

Hugskotini og vælvildin trutu ikki, tá fundur var um, hvussu vit kunnu menna kvinnufótbóltin í Føroyum. Umleið 45 luttakarar vóru á fundinum, sum varð hildin í Smæruni, undan landsdystinum á Tórsvølli ímóti Wales hósdagin

Umleið 45 luttakarar vóru á fundinum um menning av kvinnufótbólti, sum varð hildin í Smæruni farna hósdag - Mynd: Maria Ziskason Nesá

Sum liður í arbeiðinum at gera eina langtíðar menningarætlan fyri gentu- og kvinnusíðuna, bjóðaði Fótbóltssamband Føroya øllum limafeløgunum til fund, har høvuðsendamálini vóru hugarok og kjak um menningarátøk til frama fyri føroyskan kvinnufótbólt.

 

Umframt venjarar, umboðsfólk og nevndarlimir úr fótbóltsfeløgunum kring landið, vóru landsliðsvenjarar á gentusíðuni, fótbóltsmennararnir hjá FSF og Anja Rein, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, eisini millum luttakarnar.

 

Fundurin byrjaði við framløgu, har Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, millum annað greiddi frá strategi’ini “Kvinnur í fótbólti”, sum eitt nú leggur upp til at fáa fleiri kvinnuligar dómarar og venjarar. Síðan greiddi hann eisini frá átøkum og gongdini á gentu- og kvinnusíðuni seinastu árini, umframt avbjóðingum, sum bæði krevja langskygdar loysnir, eins á átøk her og nú. Eftir hetta var hugarok og framløgur í bólkum, sum Margit Stórá samskipaði.

 

Nógvir ymiskir vinklar

Á fleiri økjum eru stór framstig hend á gentu- og kvinnusíðuni seinnu árini. Til dømis er regluligt landsliðsvirksemi heilt niður til U15-aldursbólkin, fótbóltstilboð og kappingar eru komnar til gentur U6/7 og U8/9, kvinnulig umboðan er komin í starvsnevndina hjá FSF og lønarviðurskiftini hjá A-landsliðnum við kvinnum eru komin uppá pláss. Men samstundis eru onnur viðurskifti, sum bjóða kvinnufótbóltinum av. Fráfall í eldru ungdómsdeildunum og ov fáir leikarar til støðugt at manna liðini í serliga vaksnamannadeildunum, eru nakrar av stóru avbjóðingunum, sum elva til høvuðbrýggj, og sum eisini vórðu viðgjørdar á fundinum hósdagin.

 

Av tí at evnið og avbjóðingarnar fevna breitt, eru møguleikarnir fyri menning eisini nógvir í tali, og hetta kom eisini til sjóndar í framløgunum, sum í høvuðsheitum snúðu seg um, hvussu til ber at fáa fleiri gentur at spæla og halda fram við fótbólti, hvussu fleiri kvinnur gerast dómarar og venjarar, og hvussu til ber at menna Betri Deildina hjá kvinnum. Nógv góð hugskot og áhugaverdar meiningar komu burturúr framløgunum, og hetta er gott útgangsstøði at arbeiða víðari við langtíðar menningarætlanini fyri gentu- og kvinnusíðuna, heldur tekniski stjórin.

 

- Uppmøtingin og hugburðurin á fundinum vóru ótrúliga góð, og vit hava fingið nógv gott at arbeiða víðari við. Nógv kann gerast í samband við, hvussu feløgini og FSF skipa venjingar, kappingar og skeiðsvirksemi, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri gentur og kvinnur at venja, spæla og døma fótbólt.

 

Í stóra perspektivinum eru vit nokk eisini mitt í eini hugburðsbroyting, har virðingin og áhugin fyri kvinnusíðuni spakuliga økist. Tað byrjar at ganga upp fyri fleiri og fleiri, at gentur kunnu koma langt í fótbólti, og nú er tað altavgerandi, at vit klára at halda fast í tí gongdini, sigur Pætur Smith Clementsen.

 

Í FSF verður nú arbeitt víðari við tí, sum kom burturúr fundinum hósdagin, og ætlanin er at bjóða inn aftur til líknandi tiltak í vetur fyri at koma nærri ítøkiligum átøkum at seta í verk.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Maria Ziskason Nesá

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7