Nýggjastu tíðindini

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

14-09-2019

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

12-09-2019

Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar

12-09-2019

Video: KÍ - Víkingur 4-2

11-09-2019

Fyrsta steypafinalan verður í kvøld

11-09-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 16. august 2019

Úrvalstilboð á altjóða støði

Týsdagin í næstu viku byrja fyrstu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum. Aðalmálið er at geva spælarunum eitt úrvalstilboð, ið er á altjóða støði, og sum samantvinnar fótbólt, útbúgving ella arbeiði. Rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Páll Isholm sær nógvar møguleikar í samstarvinum millum Miðnám og FSF

Fyrstu spælararnir, ið byrja á FSF Úrvalstilboðnum á Miðnámi á Kambsdali, saman við venjarum frá FSF - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Eg haldi, at hetta er eitt framúr tilboð til okkara næmingar, sum vit eru sera fegin um at vera við til at menna. Eg vænti eisini, at hetta royndarárið fer at peika at fleiri menningarmøguleikar, sum vit kanska ikki rættiliga síggja í dag, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Týsdagin í komandi viku byrja fyrstu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í Havn og í Norðragøtu. FSF Úrvalstilboðið verður bjóðað spælarum í aldurinum 16 til 20 ár, og verður gjørt í tøttum samstarvi við Glasir í Havn, Miðnám á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, umframt møguligan arbeiðsgevara hjá spælarum.

 

Men hví er tað so týdningarmikið, at geva næmingum hendan møguleikan?

 

- Skalt tú vera úrvalsítróttarfólk mást tú venja sera nógv, og uttan neyva tilrættarlegging saman við tínum arbeiðsgevara, sum í hesum førum er skúlin, so verður trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. Bæði í skúlanum og á vøllinum.

 

- Eg eri vísur í, at eitt skilagott samanspæl millum skúlan og ítróttargreinina fremur bæði tað ítróttarliga og læringina. Júst hesin aldurin er eisini hin rætti at smakka lívið sum úrvalsíðkari, og at tú gert hetta samstundis, sum tú tekur eina útbúgving er heilt víst vegurin framm, sigur Páll Isholm, og leggur afturat, at tað eisini gevur skúlanum nógv, at kunna bjóða næmingum eitt sovorði tilboð.

 

- Endamálið hjá skúlanum er til eina og hvørja tíð at fáa næmingarnar at læra so nógv sum møguligt. Skal tað eydnast er umráðandi við góðum trivnaði og arbeiðsgleði. Megna vit at skapa rúmd fyri serstøkum tørvum og áhuga, sum summi hava innan millum annað ítrótt og tónleiki, so fremur tað eisini hugin og gleðina við at ganga í skúla. So slík tilboð eru gull verd, sigur rektarin á Miðnámi á Kambsdali.

 

Í samband við FSF Úrvalstilboðið, stendur Fótbóltssamband Føroya fyri tí ítróttarliga, meðan skúlarnir standa fyri útbúgvingini. Eitt framtíðar samstarv kundi millum annað snúð seg um tað sálarliga og tað praktiska í at fáa lestrarlív og ítróttarlív at hanga saman. Bæði í gerandisdegnum, men eisini tá íðkarar eru burturstaddir í landsliðsørindum, venjingarlegum og í øðrum uppgávum.

 

Í Føroyum er hetta eitt slóðbrótandi tilboð, men uttanlands er líknandi tilboð væl kend og væl útbygd eisini. Og sambært rektaranum á Miðnámi á Kambsdali er ikki óhugsandi, at FSF Úrvalstilboðið fer at vísa á aðrar møguleikar.

 

- Okkara avmarkaða stødd ger, at vit ikki uttan víðari kunnu kopiera tað onnur gera. Hinvegin so síggi eg fyri mær, at júst hesin leisturin kann mennast í øðrum ítróttargreinum. Við tíðini kunnu vit byggja eitt úrvalsumhvørvi á Kambsdali, ið hevur sum aðalmál at geva okkara úrvalsíðkarum eitt úrvalsskúlatilboð á altjóða støði.

 

- Eitt konstruktivt samstarv fer heilt víst at vísa fleiri møguleikar, ið vit kanska ikki rættiliga duga at ímynda okkum enn. Men nú eru vit í gongd, og fara at leggja alla orku í at fáa hetta royndarárið at eydnast væl, sigur Páss Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

 

Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali - Mynd: Hans Erik Danielsen

 

Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

 

Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen, venjarar og fótbóltsmennarar, og Eli Leifsson, kropsligur venjari hjá FSF - Mynd: Hans Erik Danielsen

 

 

 

Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundi fyri spælarunum og teirra foreldrum, ið byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Norðragøtu - Mynd: Hans Erik Danielsen

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7