Nýggjastu tíðindini

Sjokkbyrjan vendist til stórsigur

16-10-2019

Judith vónar at fáa nøkur stig

16-10-2019

Myndir: Uppiborin sigur á Malta

16-10-2019

U21: Ísraelar vóru ov sterkir

16-10-2019

Tvær broytingar á føroyska liðnum

15-10-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 14. august 2019

Vil sleppa at venja í skúlatíð

Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundum fyri spælarum og foreldrum um FSF Úrvalstilboðið, sum í komandi viku byrjar í Havn og í Norðragøtu. Ein av spælarunum er Samuel Johansen Chukwudi, ið sær nógvar møguleikar í hesum tilboði

Samuel Johansen Chukwudi er ein av spælarunum, ið byrjar á FSF Úrvalstilboðnum í Havn í komandi viku - Mynd: Hans Erik Danielsen

Dagliga spælir hann við HB, og hevur seinastu árini eisini verið partur av U15- og U17-landsliðunum. Men nú fólkaskúlin er nú liðugur, stendur eitt nýtt kapittul fyri framman hjá Samuel Johansen Chukwudi úr Havn: FSF Úrvalstilboðið.

 

- Fyrst og fremst vil eg mennast sum fótbóltsspælari. Tá eg gekk í 8. og 9. flokki gekk eg í “fótbóltsflokkinum”, so tá eg sá hetta tilboðið, meldaði eg til beinanvegin. Eg haldi tað er sera gott at sleppa at venja fótbólt bæði í skúlatíð og aftaná skúlatíð, sigur Samuel Johansen Chukwudi, ið er ein av spælarunum, sum byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Havn.

 

Týsmorgunin í komandi viku byrjar eitt nýtt tilboð til fótbóltsspælarar, ið hava sína dagligu gongd á Glasi í Havn, á Miðnámi á Kambsdali, á Tekniska skúla í Klaksvík, ella hava annað starv. Talan er um “FSF Úrvalstilboðið”, ið hevur til endamál at bjóða spælarum eitt tilboð, har møguleiki er at samantvinna fótbólt og útbúgving ella arbeiði.

 

Ein av spælarunum er Samuel Johansen Chukwudi úr Havn. Spurdur, hvat hann væntar og vónar at fáa burtur úr hesum eyka venjingunum, sigur Samuel millum annað, at hann vónar sjálvandi at blíva ein betri fótbóltsspælari – kanska serliga á tekniska økinum.

 

- Men fyri at blíva ein betri fótbóltsspælari, er sera umráðandi at hava góðar venjarar, og tað eru tað nógvir av her, sigur Samuel Johansen Chukwudi, ið hevur ein dreym um at gerast yrkisleikari uttanlands. Men tað krevur nógv av einum sjálvum, og í hesum sambandi sær Samuel nógvar møguleikar í FSF Úrvalstilboðnum, sum kann hjálpa honum á vegnum til lívið sum yrkisleikari.

 

- Eg havi ein dreym um at sleppa uttanlands at spæla fótbólt. Men ein treyt fyri at tað skal eydnast, er at eg skal venja nógv, og hetta er ein sera góður møguleiki at fáa, tí nú sleppa eg eisini at venja í skúlatíð, sigur Samuel Johansen Chukwudi við heimasíðuna hjá FSF.

 

19 spælarar byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Havn, og 23 byrja í Norðragøtu. Av teimum eru tríggir, ið ganga á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7