Nýggjastu tíðindini

Bólturin aftur á rull sunnudagin 8. mars

10-12-2019

EM: U19-dreingirnir í sterkan bólk

03-12-2019

Fáa nú at síggja, um vit eru góðir

02-12-2019

Martin og Heðin FM-vinnarar í eFótbólti

30-11-2019

Elmar Ósá undir UEFA útbúgving

29-11-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 9. august 2019

U17: Høvdu veruliga uppiborið betri

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í NM-kappingini í Danmark. Hesaferð var tað Norðurírland, ið fór avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 2-0 til norðurírar

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurírlandi - Mynd: Andrass Thomsen

- Vit eru væl við í øllum dystinum, og um hugt verður eftir hagtølunum, so eru vit eisini betri enn teir á fleiri økjum. Men stóri munurin er, at teir revsa okkum beinanvegin, tá vit gera feilir, meðan vit ikki eru eins avgjørdir, tá vit koma í vandamiklar støður, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.

 

Seint seinnapartin hósdagin slapp føroyska U17-landsliðið við dreingjum umsíðir á vøllin aftur, tá næsti dystur í NM-kappingini var á skránni. Dysturin móti Norðurírlandi skuldi upprunaliga verði spældur á middegi mikudagin, men orsaka ógvusligum toruslátturi á Fyn í Danmark, varð dysturin útsettur til á middegi hósdagin. Men veðrið má sær sjálvum ráða, og ikki fyrr enn klokkan fimm seinnapartin varð floytað í gongd.

 

Talan bleiv um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru norðurírar stinnari, og vunnu til endans 2-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

 

- Kenslan aftaná dystin var lík henni, tá vit fyrr í ár spældu móti Estlandi og Litava í menningarkappingini. Vit eru væl við, spæla væl og koma fram til fleiri góðar kjansir. Vit hava so stórar málmøguleikar, at vit ein vanligan dag fáa fleiri mál. Men vit fáa ikki bóltin í málið, og tí er tað eyka harmuligt og spell, tí hesir dreingirnir hava veruliga uppiborið betri.

 

- Fyrireikingarnar til dystin verða sjálvandi eisini nógv ávirkaðar av, at dysturin verður útsettur tvær ferðir. Okkara spælarar fyrireika seg mentalt og fysiskt, men sleppa so ikki á vøllin. Og tað órógvar sjálvandi. Men hetta skal tó ikki vera nøkur umbering, tí trygdin hjá spælarunum hevur altíð fyrstu og hægstu raðfesting, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Triðji og seinasti dysturin í NM-kappingini 2019 hjá føroyska liðnum verður leygardagin klokkan 10:30, tá Føroyar og Ísland møtast í Nørre Aaby.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7