Nýggjastu tíðindini

90 á fótbóltsskúla í Sørvági

16-08-2019

Úrvalstilboð á altjóða støði

16-08-2019

U19 venjingardystir í Norðurírlandi

15-08-2019

Vil sleppa at venja í skúlatíð

14-08-2019

A kvinnur: Durita avloysir Rebekku

12-08-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 5. august 2019

U17: Skrædnaði seinastu løtuna

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti 5-0 fyri Norra í fyrsta dystinum í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Danmark

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norra - Mynd: Andrass Thomsen

- Seinastu løtuna løgdu vit nógv fyri, fyri at koma inn aftur í dystin. Men royndin miseydnaðist, og í staðin skoraðu norðmenn trý mál í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftur at vanligu leiktíðini. So tapið gjørdist óneyðuga stórt, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjarin, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U17-landsliðið við driengjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM-kappingini, sum í ár er á Fyn í Danmark, tapti 5-0 fyri Norra í fyrsta dystinum.

 

Í steðginum stóð annars á jøvnum 0-0, og fyrstu trý korterini var talan eisini um ein javnan dyst. Føroyska liðið spældi seg til nakrar góðar støður, men tíverri spurdist ikki meir burtur úr.

 

Beint eftir hvíldina kom Norra á odda, og tá 75 minuttir vóru spældir gjørdist støðan 2-0. Føroyska liðið legði síðani nógv fyri, fyri at fáa mál og spenning í dystin aftur. Men beint sum vanligan leiktíðin var farin, fóru norðmenn í skjótálop, og so gjørdist støðan 3-0. Og seinastu tríggjar-fýra minuttirnar skoraði Norra tvey mál aftur at, og vann til endans 5-0.

 

- Vit mistu tamarhaldið seinastu minuttirnar, og tað eru vit sjálvandi øgiliga keddir um. Tí so stórur var munurin ikki. Men vit mugu bara reisa okkum og hyggja fram ímóti næsta dysti, sum verður mikudagin móti Norðurírlandi. Vit hava møtt teimum fyrr, og tá hevur mangan verið talan um javnar dystir, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

 

FØROYAR: 12. Fayo Kruse, 2. Bergur Poulsen, 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rausborg, 5. Samuel J. Chukwudi, 6. Heini Sørensen, 8. Emil Weihe Joensen, 11. Olaf Bárason, 14. Áki Samuelsen, 16. Mattias Weihe Joensen og 9. Jørgin Nielsen.

 

Í seinna hálvleiki komu hesir á vøllin: Poul Kalsberg, Suni Hansen, Jonathan Lassensen, Brian Slyne, Pætur Sørensen og Dávid Matras.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7