Nýggjastu tíðindini

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Vi kommer til å knuse dere, Norge

10-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. juni 2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

U17-landsliðið við dreingjum skal í ár spæla ikki færri enn tríggjar kappingar. Liðið hevur longu luttikið í menningarkapping í Estlandi, meðan NM og EM bíða til eftir summarferiuna. – Vit skulu menna okkum fram til EM-kappingina. Tá skulu vit hava úrslit, sigur Áki Johansen, venjari

Áki Johansen (uttast til vinstru) er venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum - Mynd: Heri Joensen

Tað er stuttligt og spennandi at verða á U17-landsliðnum í ár. Liðið skal spæla heilar tríggjar kappingar. Eftir summarferiuna verður fyrst Norðurlandakapping og seinni verður sjálv EM-undankappingin.

 

Kappingarárið hjá U17-landsliðnum er longu byrjað, tí fyri kortum var liðið til UEFA menningarkapping í Estlandi. Har bleiv spælt móti Estlandi, Litava og Luksemborg. Føroyar taptu fyrsta dystin heili 5-0, men venjarin leggur dent á, at Estand hevur ein óvanliga sterkan árgang hesaferð.

 

- Úrslitið boðar frá, at vit fingu bank. Men tað var also bara á máltalvuni. Tíverri er tað kortini tað, ið stendur eftir, og tað hava okkara dreingir ikki uppiborið. Samanumtikið lærdu vit eina rúgvu, og kanska vit lærdu meir enn mótstøðuliðið, sigur Áki Johansen.

 

U17-landsliðið endaði ferðina við at tapa 2-0 móti Litava, og vinna 6-0 á Luksemborg. Áki Johansen er væl nøgdur við spælið. Eitt nú hevði liðið bóltin meiri enn mótstøðuliðini. Tað vitnar um góðar bóltspælarar, heldur U17-landsliðsvenjarin.

 

- Hesir hava sína styrkju í bóltspælinum. Teir eru góðir bóltspælarar og tað sæst aftur í dystunum, men enn mangla teir nakrar royndir í mótgangi, áðrenn teir kunnu koma á somu hædd sum U17-dreingirnir, ið komu til EM-endaspælið, sigur Áki Johansen.

 

Leita eftir enn eini EM-sensatión

Áki Johansen var saman við Pól F. Joensen venjari hjá U17, sum í 2016 og 2017 vann seg til EM-endaspælið, sum var í Kroatia. Avrikið hevur lyft yvirleggjaran fyri hvat letur seg gera hjá einum føroyskum ungdómslandsliði. Fyrst fyri verður NM-kappingini.

 

- Tað er altíð ótrúliga torført við NM-kappingunum, tí Danmark, Svøríki og Norra eru altíð sterk í hesum árgangunum, sigur Áki Johansen.

 

Hann leggur dent á, at hetta er ein góður møguleiki hjá hesum liðnum at mennast, tí mótstøðan verður hørð.

 

- Tá kunnu vit hyggja nærri at hvørjum vit skulu arbeiða við. Hetta er eitt lið við góðum bóltspælarum, men vit lata sjey mál inn í menningarkappingini, so vit skulu nokk til at arbeiða við verjupartinum, sigur Áki Johansen.

 

Hann droymir um at endurtaka EM-bragdið, men tað krevur eitt avbera gott avrik og eina sensatión.

 

- Vit eru í bólki saman við Danmark, Svøríki og Litava. Um vit halda fram við at menna okkum, so haldi eg at vit kunnu vinna á Litava, men tá hava vit framvegis brúk fyri eini sensatión fyri at koma víðari, sigur Áki Johansen.

 

Hann leggur at enda afturat, at spælararnir á U17-landsliðnum mennast fyri hvønn árgang. U17-landsliðsvenjarin heldur eisini, at vit skulu tora oftari at sikta eftir betri úrslitum í altjóða kappingum.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7