Nýggjastu tíðindini

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Vi kommer til å knuse dere, Norge

10-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 8. juni 2019

Klæmint fekk sítt fyrsta landsliðsmál

Úrslitið av EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Spania gjørdist ein greiður 4-1 sigur til spaniólar, eftir 3-1 leiðslu í steðginum. Føroyska málið skoraði Klæmint A. Olsen

Toppskjúttin í Betri Deildini minkaði um munin tá hálvur tími var spældur. Men nærri kom føroyska liðið ikki. Úrslitið gjørdist 4-1 til Spania - Mynd: Heri Joensen

- Okkara besta løta í dystinum var fyrsta korterið í seinna hálvleiki. Men sum heild var spanski sigurin uppiborin, og tað sum eg havi sæð higartil, so er Spania klárt besta liðið í bólkinum, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.

 

Tað bleiv eitt sindur sum væntað, tá Føroyar og Spania fóru á vøllin í triðja umfari í undankappingini til EM 2020. Spania sat á meginpartin av spælinum, og vann tá samanumkom ein greiðan 4-1 sigur á Føroyum, eftir 3-1 leiðslu í hálvleikinum.

 

Sergio Ramos legði Spania á odda tá fimm minuttir vóru spældir, og tá fyrri hálvleikur næstan var hálvrunnin økti Jesus Navsa til 2-0.

 

Men tá hálvur tími var spældur fekk Klæmint Andrasson Olsen spenning í dystin aftur. Horna varð sent væl inn fyri, og inni í brotsteiginum fekk Odmar Færø høvdið á, og stýrt bóltinum móti málinum. Bólturin kom til toppskjúttan í Betri Deildin, sum, hóast eitt sindur trýstur, fekk beint bóltin í málið. 2-1, og stór frøi á føroysku áskoðarunum.

 

Men spenningurin helt sær bara í tríggjar minuttir, tá Teitur Gestsson var óhepping at gera sjálvmál.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði føroyska liðið betri, og fyrstu løtuna fingu okkara lagt eitt lítið trýst á spaniólar. Men tíverri spurdist einki burtur úr. Í staðin kundi Joes Gaya sláa sigurin fastan, tá hann í 71. minutti lyfti bóltin upp um Teitur Gestsson, so endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Spania.

 

Mánadagin skal føroyska landsliðið á vøllin aftur, tá Norra kemur á vitjan. Dysturin millum Føroyar og Norra byrjar klokkan 19:45.

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7