Nýggjastu tíðindini

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Vi kommer til å knuse dere, Norge

10-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 7. juni 2019

Hesar sendir Lars á vøllin frá byrjan

Landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen nú avgjørt, hvørjir byrja á vøllinum móti Spania

Fyrireikingarnar til dystin móti Spania hava gingið væl, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Lars Olsen sendir á vøllin frá byrjan - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í kvøld klokkan 19:45 hevur føroyska A-landsliðið við monnum eina risastóra uppgávu á skránni, tá Spania kemur á vitjan á Tórsvølli.

 

Spania hevur vunnu EM tríggjar ferðir, og HM einaferð. Í undankappingini higartil hevur eisini hilnast væl hjá spaniólum. Teir løgdu fyri við at vinna 2-1 á heimavølli móti Norra, og síðani vunnu teir 2-0 á útivølli móti Malta.

 

Men føroyska landsliðið hevur mangan staðið seg væl ímóti stórum fótbóltstjóðum, og til dystin í kvøld verður uttan iva einki undantak. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og allir mans eru tøkir. Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan.

 

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og í álopinum frá byrjan verður Klæmint Andrasson Olsen.

 

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7