Nýggjastu tíðindini

Landsliðsúttøka týsdagin

25-05-2019

U21-landsliðið úttikið

24-05-2019

Bassafótbóltur kring landið

24-05-2019

U19: 28 boðsendir á venjingarlegu

23-05-2019

U15-landsliðið við gentum úttikið

22-05-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 12. mai 2019

Argaðu sterkasta liðið í kappingini

Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti seinasta dystin í menningarkappingini í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 4-2 til Hvítarussland. Ester Ellingsgaard og Birita Rasmussen gjørdu føroysku málini

U17-liðið, sum byrjaði á vøllinum móti Hvítarusslandi - Mynd: www.FSF.fo

- Sjálvt um vit taptu 4-2, so var hetta uttan iva okkara besti dystur í kappingini. Genturnar stríddust sera væl, vóru skilagóðar í flestu avgerðunum, og vit sóu til tíðir sera gott spæl. Aðrir góðir møguleikar vóru eisini, og vit komu til nógvar góðar støður, sigur Øssur Hansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Leygardagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum seinasta dystin í UEFA menningarkappingini, sum hesa vikuna hevur verið í Minsk í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 4-2 til Hvítarussland, eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 í steðginum, við máli sum Ester Ellingsgaard skoraði í 34. minutti.

 

Føroyska leiðslan helt sær til átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og í 54. minutti kom Hvítarussland á odda 2-1. Men bara lítla løtu aftaná javnaði Birita Rasmussen til 2-2. Sum fráleið byrjaði føroyska orkan at ganga undan, og Hvítarussland fekk tvey mál afturat. Men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at tær hvítarussisku genturnar avgjørdu dystin.

 

- Vit góva sterkasta liðnum í bólkinum ein skarpan gang, og hóast tap, so er nógv, sum vit kunnu taka við okkum úr hesum dysti. Avrikið hjá okkara gentur var góðtikið. Nú skal ein venjingarætlan leggjast fyri næstu fýra-fimm mánaðarna, so vit eru so væl fyrireikaði sum tilber til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum í oktober, sigur Øssur Hansen.

 

FØROYAR 1. Hanna Hansen (M), 3. Jórunn Justinussen (L), 4. Bergljót Hansen, 5. Nancy Einarsson, 7. Celia Toxborg, 8. Karin Áslaksdóttir, 11. Malena Olsen, 13. Rakul í Soylu, 14. Fridrikka Clementsen og 17. Sára á Líðarenda.

 

Í seinna hálvleiki komu Eyðbjørg Reynslág, Birita Rasmussen, Jenny Petersen, Judith Rasmussen og Kristina Nattestad á vøllin.

 

Føroyar vera vertir fyri EM-undankappingini, sum verður í døgunum 16. til 24. oktober. Luttakandi londini eru Føroyar, Norra, Slovenia og Aserbadjan.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7