Nýggjastu tíðindini

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Vi kommer til å knuse dere, Norge

10-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. mai 2019

Falskir sannleikar verða avdúkaðir

Í samband við heilsufótbóltsdagin, sum FSF skipar fyri dýrabiðadag, ið er fríggjadagin 17. mai, fer Snorri Patursson, kostfrøðingur at hava áhugaverdan fyrilestur undir heitinum “Át og njótilsi”

Dýrabiðidag, sum er fríggjadgagin 17. mai, verður skipað fyri heilsufótbóltsdegi á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

”ÁT OG NJÓTILSI”

 

- Falskir sannleikar verða avdúkaðir, og kúgandi ónda kurringrásin verður steðgað við harðari hond.

 

Soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur, um fyrilesturin, ið hann fer at hava heilsufótbóltsdagin, ið verður á Tórsvølli dyrabiðidag, sum er fríggjadagin 17. mai 2019.

 

Hetta er fyrsti heilsufótbóltsdagurin, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri. Endamálið við degnum er at varpa enn meira ljós á heilsufótbóltin kring landið og hava tiltak fyri øll tey, ið íðka heilsufótbólt í Føroyum.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

Les meira um ágóðan, ið tú og kroppurin hjá tær fær av heilsufótbólti her: http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2664&PID=487.

 

Afturat fyrilestrinum hjá Snorra Patursson verður eisini fyrilestur um skaðafyribyrgjandi venjing. Dagurin byrjar sjálvandi við einari fótbóltskapping millum tey, ið spæla heilsufótbólt kring landið.

 

Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at melda til sum lið ella einstaklingur. Tá meldað verður til sum lið, er hetta samstundis tilmelding til fótbóltskappingina (tað er ikki ein treyt, at ein tekur lut í fótbóltskappingini).

 

Skráin fyri heilsufótbóltsdagin

12:00 – 13:00 Møguleiki at gera heilsukanning

13:00 – 14:30 Fótbóltskapping

15:00 – 17:00 Fyrilestrar

 

Tilmelding – Lið

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843810/order/info

 

Tilmelding – Einstaklingar

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843817/order/info

 

Á heilsufótbóltsdegnum, sum verður á Tórsvølli dýrabiðidag, ið er fríggjadagin 17. mai, fer Snorri Patursson, kostfrøðingur at halda fyrilestur undir heitinum "Át og njótilsi" - Mynd: www.FSF.fo

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7