Nýggjastu tíðindini

Landsliðsúttøka týsdagin

25-05-2019

U21-landsliðið úttikið

24-05-2019

Bassafótbóltur kring landið

24-05-2019

U19: 28 boðsendir á venjingarlegu

23-05-2019

U15-landsliðið við gentum úttikið

22-05-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. mai 2019

U19: Javnleikur í seinna dystinum

Tað eydnaðist føroyska U19-landsliðnum við gentum at spæla javnleik 0-0 í seinna venjingardystinum móti Lettlandi

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Lettlandi - Mynd: www.FSF.fo

- Vit spældu ein góðan dyst. Innsatsurin var heilt framúr, og tað var ein fragd at síggja okkara spælarar leggja so nógv fyri, sjálvt um møðin frá fyrra dystinum framvegis sat í beinunum hjá fleiri, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska U19-landsliðið við gentum hevur seinastu dagarnar verið í Riga í Lettlandi, har liðið hevur spælt tveir venjingardystir móti lettlandska U19-landsliðnum. Fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til vertirnar, meðan tann seinni, sum varð spældur leygardagin, endaði við málleysum javnleiki.

 

Í fyrra hálvleiki gekk rættuliga javnt á, men eftir steðgin sat føroyska liðið á tí mesta, og kom eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar. Millum annað raktu tær yvirleggjaran ta einu ferðina, og vóru heilt nær við í fleiri førum. Men bólturin vildi ikki í lettlendska málið.

 

- Vit eru eitt sindur skuffaði um javnleikin. Men spælararnir kunnu alíkavæl vera ernir av avrikinum, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum frá hesum dysti. Hetta var ein góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í heyst, sigur Pætur Smith Clementsen.

 

EM-undankappingin verður í Finnlandi frá 1. til 8. oktober. Tá skulu okkara U19-gentur spæla ímóti Finnlandi, Litava og Kekkia.

 

FØROYAR 12. Óluva A. Joensen (M), 2. Armgarð undir Leitinum, 4. Julia Helena Dal Henriksen, 5. Rebekka J. Olsen, 6. Birita Ryan, 7. Sanna Svarvadal (L), 8. Emma Hansdóttir, 9. Marjun Ó. Danielsen, 13. Vár Miðberg, 15. Mona Rasmusdóttir og 18. Maria á Lakjuni.

 

Í seinni hálvleiki komu Jacoba Neshamar, Jensa K. Tórolvsdóttir, Hanna L. Jacobsen, Lea Lisberg, Maria Djurhuus og Silja P. Augustinussen á vøllin.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7