Nýggjastu tíðindini

Starvsnevndin í FSF óbroytt

16-02-2019

Fleiri enn 50 landsdystir í 2019

15-02-2019

Spennandi skrá fyri ráðstevnuna

12-02-2019

Venjaraskeið fyri heilsufótbólt

11-02-2019

Futsal: Gull til HB og 07 Vestur

07-02-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 5. februar 2019

FSF Úrvalstilboð á miðnámsskúlum

Við at samantvinna miðnámsskúlan og fótbóltin, ynskir FSF at geva okkara ungdómi, sum vilja meira við fótbóltinum, eitt spennandi úrvalstilboð. Byrjað verður skúlaárið 2019/2020

Í samstarvi við Miðnám á Kambsdali, fer FSF at bjóða eitt serligt "FSF Úrvalstilboð" til næmingar, ið veruliga vilja meir við fótbóltinum

- Vit ynskja alla tíðina, at okkara góðu spælarar skulu gerast upp aftur betri. Tí royna vit nú hesa skipan, sum serliga er fyri tey, ið veruliga ynskja meira við fótbóltinum. Hesi fáa nú møguleikan at samantvinna fótbóltin og miðnámsskúlan, har tað í skúlaskemanum verður gjørt pláss fyri tveimum fótbóltsvenjingum um vikuna, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

 

Sum nakað nýtt, fer Fótbóltssamband Føroya, í fyrsta umfari í samstarvi við Miðnám á Kambsdali, at bjóða eitt serligt “FSF Úrvalstilboð”. Við at samantvinna skúlan og at vera framsøkin ítróttarliga, ber til at eydnast við bæði útbúgving og fótbólti.

 

Málbólkurin eru seriøsir spælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meir við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið.

 

- Á Kambsdali ynskja vit at skapa góðar karmar kring úrvalsvirksemi. Árini á miðnámi mennast næmingar nógv, bæði mentalt og kropsliga, og tað er umráðandi, at vit virða og laga okkum eftir tí. Verður rætt atborið fáa vit bæði betri næmingar og ítróttarfólk,” sigur Páll isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tey, ið ynskja at vita meir um “FSF Úrvalstilboðið”, kunnu koma til “Opið hús á Kambsdali”, sum verður á Miðnámi á Kambsdali mikukvøldið 6. februar klokkan 18:00 til 21:00.

 

Til skúlaárið 2019/2020 verður “FSF Úrvalstilboðið” í størstan mun latið teimum næmingunum, sum ganga á 1. ári á miðnámsskúla. Møguleiki er tó eisini fyri, at næmingar, sum eru komnir longri við útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir.

 

Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “FSF Úrvalstilboðnum”. Í tí førinum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, at spælarin kann møta til ásettu venjingarnar, sum eftir ætlan verða týsmorgun og hósmorgun klokkan 08:00 til 09:30.

 

Freistin at melda til “FSF Úrvalstilboðið” er 15. mars 2019. Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av hvørjir spælarar verða upptiknir.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7