Nýggjastu tíðindini

Fleiri frálík Fair Play tiltøk

24-06-2019

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 28. januar 2019

Heilsufótbóltur gott fyri likam og sál

Meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa nøkur kilo og sterkari beinagrind eru bara nøkur av lýsingarorðunum, ið kunnu berast teimum, sum taka lut í heilsufótbólti. FSF ynskir at fáa enn fleiri at luttaka

Myndin er frá heilsufótbólti á Argjum eitt hóskvøld í januar. Umleið 20 íðkarar luttóku hetta kvøldið - Mynd: Skýggjamynd / Facebook FSF

- Endamálið við at fáa fleiri at taka lut í Heilsufótbólti er heilt einfalt at fáa fleiri av teimum, sum ikki spæla regluliga kappingar og dystir, kortini at gerast aktiv í fótbólti. Tað er eisini prógvað, at tey blíva betri fyri kropsliga, og tað er gott fyri likam og sál, sigur Christina Ravnsfjall, samkipari hjá FSF.

 

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum undir at varpa meira ljós á heilsufótbólt, ella fótbólt fitness, sum tað eisini verður kallað. Í løtuni eru sjey feløg, ið skipa fyri heilsufótbólti tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Men vónin er, at fleiri koma við, bæði feløg og íðkarar.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

- Umframt tað kropsliga, so eru afturmeldingarnar frá teimum, ið taka lut í heilsufótbólti, at tað er sera sosialt og stuttligt í allar mátar. Og sum sagt, øll kunnu luttaka. Royndir hava einki at siga. So tað ræður bara um at halda seg fram at og møta upp, sigur Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá FSF.

 

Yvirlitið yvir feløgini, sum í løtuni bjóða Heilsufótbólt, sæst her: Heilsufótbóltur / Venjingartíðir

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7