Nýggjastu tíðindini

U15 Gentur: Taptu 1-0 fyri Estlandi

23-08-2019

Yvirkærunevndin staðfest avgerðina

23-08-2019

Fyrsta Úrvalsvenjing í Norðragøtu

22-08-2019

U15 Gentur: Javnleik í fyrsta dystinum

22-08-2019

U21: Við treysti, dirvi og vilja til Balkan

21-08-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 21. desember 2018

Anja tekur sæti í starvsnevndini

Á seinasta fundi í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya varð samtykt at tilnevna Anju Rein sum kvinnuligan starvsnevndarlim í FSF frá 1. januar 2019

Anja Rein er nýggjur limur í starvsnevnd FSF's - Mynd: www.fsf.fo

Frá 1. januar 2019 verður Anja Rein úr Havn partur av starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya. Í fyrstu atløgu skal hon røkja sessin til aðalfundin í 2023.

 

Tað var á seinasta starvsnevndarfundi, at ein samd nevnd avgjørdi at tilnevna Anju Rein sum kvinnuligan starvsnevndarlim í FSF. Avgreðin er partur av FSF-strategiini fyri árini 2017 til 2021, ið millum annað hevur sum mál, at ein kvinna skal hava fastan sess í starvsnevnd FSF’s.

 

Strategiin varð samtykt á aðalfundinum í 2017, og síðani vórðu lógir Fótbóltssamband Føroya broyttar á aðalfundinum í 2018. Endamálið við hesari samtykt er at varpa meir ljós á gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum.

 

Anja Rein er 45 ára gomul, og hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Í meir enn tíggju ár var hon partur av fremsta liðnum hjá B36, og hevur eisini spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar. Harafturat hevur Anja verið venjari hjá fleiri av yngru gentuliðunum hjá B36. Seinastu árini hevur hon verið hjálparvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

 

- Hetta verður sera spennandi, og eg gleði meg til uppgávuna. Vónandi fái eg flutt kvinnufótbóltin rætta vegin, so tað sæst aftur, at ein kvinna er komin í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur Anja Rein við heimasíðuna hjá FSF.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7