Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 28. oktober 2018

HB og EBS/Skála føroyameistarar

Landskappingin 2018 í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum er av, og sigursharrarnir og -kvinnurnar gjørdust HB og EBS/Skála

Annað árið á rað fór EBS/Skála avstað við føroyameistaraheitinum í fremstu deildini hjá kvinnum - Mynd: Álvur Haraldsen

Leygardagin vórðu seinastu dystirnir í føroyskum fótbólti spældir, tá síðstu umførini í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum vóru á skránni. Stóru vinnararnir í ársins landskapping gjørdust HB og EBS/Skála.

 

Havnar Bóltfelag vann Betri Deildina hjá monnum við metnógvum stigum. Tá avtornaði fekk HB tilsamans 73 stig. NSÍ bleiv nummar 2, og B36 gjørdist nummar 3.

 

Nýtt lið í Betri Deildini hjá monnum komandi ár verður ÍF, meðan 07 Vestur noyðist tungu leiðina niður í 1. deild at spæla í 2019.

 

Í kvinnukappingini dróg EBS/Skála longsta stráið, í harðari kapping við HB og KÍ, sum endaðu á 2. og 3. plássi. Felagsliðið endaði fremst við 50 stigum, meðan HB og KÍ bæði fingu 45 stig. Men av tí at HB hevði betri málmun, endaðu silvurkrónurnar í høvuðsstaðnum.

 

Føroysku feløgini eru so smátt farin undir komandi kappingarár, og tað er eingin ivi um, at vit eru longu farin at gleða okkum. Men áðrenn vit veruliga sleppa í vetrarsteðg, skal A-landsliðið spæla tveir UEFA Nations League dystirnir móti ávikavist Aserbadjan og Malta, sum verða ávikavist 17. og 20. november, eftir at spæla.

 

Føroyska landsliðið skal vinna báðar dystirnar, samstundis sum onnur úrslit skulu laga seg til okkara fyrimun, um Føroyar skulu spæla seg víðari í kappingini. Og sjálvandi fara vit eftir tí møguleikanum.

 

Takk fyri í ár!

 

Við metnógvum stigum gjørdist HB føroyameistari 2018 í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: Álvur Haraldsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7