Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 26. oktober 2018

U17: Skuffandi úrtøka í Makedónia

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Makedónia. Vertslandið vann 4-0

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Makedónia - Mynd: www.fsf.fo

- Eitt sindur skuffandi úrtøka í hesari kappingini. Men mest umráðandi eru alíkavæl tær royndir, sum okkara spælarar hava fingið við sær víðari í fótbóltsskjáttuni, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum hesar seinastu dagar hevur verið í makedónska høvuðsstaðnum, Skopje.

 

Eftir at hava tapt tvær ferðir 6-0 fyri Ísrael og Spania, fóru føroysku spælararnir eisini av vøllinum við ongum, tá dysturin móti Makedónia var liðugur. Úrslitið gjørdist 4-0 til makedónar, sum vóru á odda við tveimum í hálvleikinum.

 

- Hetta var ein rímuliga javnur dystur, har Makedónia var við yvirlutan í fyrra hálvleiki. Kortini megna vit at skapa onkrar stórar kjansir áðrenn steðgin, sum vit tíverri ikki gagnnýta.

 

- Í seinna hálvleiki sat føroyska liðið a meginpartin av spælinum, og vit hildu fram við at skapa stórar kjansir. Men sum ikki einaferð, so eru vit ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Tá vit so fáa ein mann útvístan, mistu vit takið á dystinum, og so er ikki lætt at vinna dystir, sigur Pætur Clementsen.

 

Í dystinum um 1. plássið í bólkinum gjørdu spaniólar bart og vunnu 3-0 á Ísrael. Spania fekk 9 stig, Ísrael 6, Mekadónia fekk 3 stig, meðan Føroyar endaði aftast við ongum stigi.

 

 

Pætur Smith Clementsen, U17-landsliðsvenjari - Mynd: www.fsf.fo

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7