Nýggjastu tíðindini

24 spælarar til landsliðsvenjing

17-10-2018

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

16-10-2018

U19: Endaðu við teprum tapi

16-10-2018

Gentur U17: Taptu 5-1 fyri Kekkia

16-10-2018

Væl eydnað tiltak fyri tilflytarabørn

16-10-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. oktober 2018

Hesir byrja ímóti Aserbadjan

Lars Olsen hevur havt sín seinasta fund við spælarunum, áðrenn dystin móti Aserbadjan, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjarin sendir á vøllin frá byrjan

Gunnar Nielsen, Viljormur Davidsen, Atli Gregersen og Rene Shaki Joensen vera við frá byrjan, tá Føroyar og Aserbadjan fafa á vøllin klokkan 19:45 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Klokkan 19:45 í kvøld byrjar UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli. Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni undan dystinum móti Aserbadjan.

 

Sostatt er føroyska liðið væl fyrireikað til stóru uppgávuna á Tórsvølli, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið landsliðsvenjarin, Lars Olsen sendir á vøllin frá byrjan.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Jóan Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Brandur Hendriksson Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Finnur Justinussen.

 

Eykaleikarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mellemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson og Klæmint Andrasson Olsen.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann til dystin móti Aserbadjan, meðan Jógvan Rói Davidsen er skaddur, og verður heldur ikki við í dystinum móti Kosovo komandi sunnudag.

 

Atgongumerkjasølan til dystin móti Aserbadjan hevur annars gingið væl, og á middegi vóru umleið 200 atgongumerki eftir, sum fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7