Nýggjastu tíðindini

Fokusøkið var menning av liðnum

21-09-2018

Andrew trívist væl í Klaksvík

21-09-2018

U17-genturnar til EM í Danmark

18-09-2018

U19-landsliðið við gentum úttikið

17-09-2018

Væleydnað UEFA-vitjan í Føroyum

14-09-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 14. september 2018

Væleydnað UEFA-vitjan í Føroyum

Farna hósdag var UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin á stuttari Føroyavitjan, og um alt gongur eftir ætlan, verður Ceferin aftur at síggja í Føroyum, tá útbyggingin av Tórsvølli er liðug

UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin nýtti høvið at siga nøkur orð á lítlari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Móttøkuhúsinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Eg eri sera glaður fyri vitjanina í Føroyum, og fyri ta kunning, ið eg havi fingið um føroyskan fótbólt. FSF ger eitt framúr arbeiði, við teirra skilagóðu, greiðu og ídnu ætlanum, og hetta kann brúkast sum fyrimynd til onnur smærri fótbóltssambond.

 

Orðini eigur Aleksander Ceferin, forseti í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA sum hósdagin var á stuttari Føroyavitjan, eftir innbjóðing frá FSF.

 

Beint fyri middag lendi flogfarið við UEFA-forsetanum í Vágum, og síðani varð farið til miðmála í Móttøkuhúsinum í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð. Í Móttøkuhúsinum nýtti UEFA-forsetin eisini høvið at heilsa upp á løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Sìðani var farið á Tórsvøll, har umboð fyri FSF greiddu Aleksander Ceferin frá virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya, og hvørjar avbjóðingar fótbólturin hevur í Føroyum. Í FSF-húsinum fekk UEFA-forsetin eisini eina kunning um útbyggingina av Tórsvølli, sum í stóran mun er stuðlað av evropeisku fótbóltssamgonguni.

 

- Vit eru sera glað fyri at vera limir í UEFA, og fyri allar teir fyrimunir tað gevur okkum í samband við menningina av føroyskum fótbólti. Vónandi síggja vit Aleksander Ceferin aftur í Føroyum, tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur, sigur Christian F. Andreasen, FSF-forseti.

 

Klokkan gott hálvgum fimm seinnapartin hósdagin fór flogfarið við UEFA-forsetanum avstað aftur.

 

MYNDIR

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7