Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. september 2018

Kosovo vann tryggan 2-0 sigur

Føroyska A-landsliðið við monnum tapti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið, eftir málleysan fyrra hálvleik

Atdhe Nuhiu hevur lagt Kosovo á odda 2-0 ímóti Føroyum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Lat tað verða sagt beinanvegin: Føroyska landsliðið tapti fyri einum betri liði á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. Úrslitið gjørdist 2-0 til Kosovo, eftir 0-0 í hálvleikinum.

 

Heimaliðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, men serliga í fyrra hálvleiki gjørdust tað ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málið hjá Gunnari Nielsen. Men beint eftir hvíldina eydnaðist Kosovo at fáa hol á, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu heimamenninir tvey mál. Arber Zeneli legði Kosovo á odda, og lítla løtu seinni økti Atdhe Nuhiu til 2-0.

 

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Malta og Aserbadjan javnleik 1-1. Úrslitini hava við sær, at Kosovo er fremst við 4 stigum, Føroyar hava 3 stig, Aserbadjan hevur 2 stig, meðan Malta er aftast við einum stigi.

 

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður um ein mánað, hósdagin 11. oktober á Tórsvølli, tá Aserbadjan kemur á vitjan. Longu nú kunnu atgongumerki keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

MYNDIR

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7