Nýggjastu tíðindini

Fokusøkið var menning av liðnum

21-09-2018

Andrew trívist væl í Klaksvík

21-09-2018

U17-genturnar til EM í Danmark

18-09-2018

U19-landsliðið við gentum úttikið

17-09-2018

Væleydnað UEFA-vitjan í Føroyum

14-09-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 9. september 2018

U21: Vildu ikki leggja kongin

U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze er sera væl nøgdur við U21-avrikið móti Póllandi. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Jákup L. Thomsen í 14. minutti

Føroyska U21-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Póllandi - Mynd: www.fsf.fo

- Eg unni okkara spælarum so hjartaliga javnleikin móti Póllandi! Teir vístu vilja av stál, og samlaða avrikið var framúr. Gamaní høvdu póllendingar væl fleiri møguleikar enn vit, men vit høvdu ein málverja, ið tók sær av øllum. Besta málverjuavrikið higartil í allari kappingini.

 

Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum er sera væl nøgdur og errin av 1-1 javnleikin, sum føroyska liðið stríddi seg til ímóti Póllandi farna fríggjadag. Føroyar komu á odda í 14. minutti, tá Jákup L. Thomsen rann seg leysan av pólsku verjuni, og legði bóltin trygt og hegnilsiga í málið hjá Póllandi.

 

Føroyska leiðslan helt sær til 72 minuttir vóru spældir, tá dómarin floytaði fyri brotssparki til Pólland. Og eins og í fyrra dystinum millum Føroyar og Pólland, var Dawid Kownacki tryggur úr ellivu metrum, og so var javnleikur 1-1.

 

Pólland trýsti seinastu løtuna fyri at fáa sigursmálið, men Karstin Hansen í føroyska málinum stóð ein branddyst.

 

- Spælararnir eiga stórt rós uppiborið fyri at klára at standa ímóti allan dystin á tamb. Teir vildu rætt og slætt ikki leggja kongin. Á Svangaskarði seinast hingu vit av álvara við høvdinum, tá finnar javnaðu í 78. minutti. Fríggjadagin javnaðu póllendingarnir og nógv tíð var eftir, men hesaferð hildu vit tætt. Fantastiskt!, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsti dystur hjá U21-landsliðnum verður á Svangaskarði fríggjadagin 12. oktober, tá litavar koma á vitjan.

 

Danmark er fremst í bólkinum við 16 stigum, eitt frammanfyri Pólland, sum hevur 15 stig. Føroyar eru á 5. plássi við 6 stigum, meðan Litava er aftast við 4 stigum.

 

Føroyar – Pólland 1-1 (0-1)

0-1: Jákup L. Thomsen, 14’

1-1. Dawid Kownacki (72’) (br.)

 

Føroyar: 12. Karstin Hansen, 2. Ari Olsen, 4. Jóannes K. Danielsen, 5. Bartal Wardum, 6. Jákup B. Andreasen, 7. Erlendur Magnusson, 10. Jákup L. Thomsen, 11. Meinhard E. Olsen, 13. Benjamin Heinesen (18. Búi Egilsson, 77’), 14. Bjarni Petersen og 15. Betuel Hansen (L) (9. Jóannes Bjartalíð, 59’).

 

Bonkur: 1. Rói Mørk Hentze, 3. Ólavur Niclasen, 8. Petur Knudsen, 16. Dan í Soylu og 17. Steinbjørn Olsen.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7