Nýggjastu tíðindini

Fokusøkið var menning av liðnum

21-09-2018

Andrew trívist væl í Klaksvík

21-09-2018

U17-genturnar til EM í Danmark

18-09-2018

U19-landsliðið við gentum úttikið

17-09-2018

Væleydnað UEFA-vitjan í Føroyum

14-09-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 30. juni 2018

Elddópur í oysandi regni og torusláttri

Hósdagin dømdi Kári á Høvdanum sín fyrsta dyst í UEFA Europa League. Og talan gjørdist um eina serliga uppliving, tí tá liðini skuldu fara á vøllin, fór toran at ganga, og regnið oysti niður

F.v.: Jan Hermansen, Kári á Høvdanum, Eiler Rasmussen og Jørleif Djurhuus - Mynd: www.fsf.fo

- Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi. Eitt sindur rokalig byrjan, orsakað av glopraragni og torusláttri, men annars gekk væl, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Hóskvøldið vórðu fyrru dystirnir í fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA Europa League spældir, og umframt at B36 og KÍ vóru í dysti, var føroysk luttøka eisini á tjóðarleikvøllinum í Andorra, har heimaliðið, Engordany tók ímóti Folgore frá San Marino.

 

Kári á Høvdanum var dómari, Jan Hermansen og Jørleif Djurhuus vóru hjálpardómarar, meðan Eiler Rasmussen var 4. dómari. Tað gekk væl hjá føroyska dómarabólkinum at leiða dystin, og aftaná fingu teir góð skoðsmál frá albanska eygleiðaranum.

 

- Kenslan at døma altjóða dystir er serstøk. At koma út um tryggu rammurnar í Føroyum og í ókendar umstøður, er gevandi. Tað skal ein heilt onnur fyrireiking til. Í heimligu kappingini kenni eg so at siga allar spælararnar og venjararnar. Tá man so skal út um landoddarnar, so er fyrireikingin ein heilt onnur, sigur føroyski FIFA-dómarin.

 

Fyrsti dysturin hjá Kára á Høvdanum í UEFA Europa League bleiv eisini eitt sindur serligur beinanvegin.

 

- Meðan vit standa í leikaratunnilinum og kanna spælararnar, fór at regna av grimd, og toran sló niður. Tað var veruligt glopraregn, og soleiðis vóru umstøðurnar fyrstu fimm minuttirnar. Vøllurin bleiv hálur og bleytur, og hetta ávirkaði eitt sindur. Men nú er man so komin í gongd. Hetta var ein heiður og eitt upplivilsi, sigur Kári á Høvdanum.

 

Úrslitið av dystinum millum Engordany og Folgore gjørdist 2-1 til heimaliðið. Fimm ferðir hevði føroyski dómarin gula kortið á loftið – trý til heimaliðið, og tvey til útiliðið.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7