Nýggjastu tíðindini

Áki aftur U17-landsliðsvenjari

18-06-2018

Oddbjørn: B36 vinnur í Havn

14-06-2018

HM 2018: Daniel ber Merkið á stadion

14-06-2018

Taptu 4-1, men vístu gott spæl

13-06-2018

Atkvøða fyri USA, Kanada og Meksiko

12-06-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 8. juni 2018

Finnar avgjørdu móti endanum

Føroyska U21-landsliðið tapti móti Finnlandi. Úrslitið á Svangaskarði gjørdist 3-1 til finnar, eftir at Benjamin Heinesen hevði lagt Føroyar á odda stutt fyri steðgin

Benjamin Heinesen hevur júst lagt Føroyar á odda 1-0. Men tá avtornaði vann Finnland við tveimum málum - Mynd: Heri Joensen

Tað sá leingi heilt gott út fyri føroyska U21-landsliðið, sum fríggjadagin spældi EM-undankappingardyst móti Finnlandi á Svangaskarði á Toftum. Føroyska liðið var á odda til trettan minuttir vóru eftir at spæla, men so skoraðu finnar trý mál, og vunnu 3-1.

 

Í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, og sum so kom hvørki av liðunum til teir heilt stóra málmøguleikarnar. Kortini eydnaðist tað Benjamin Heinesen at leggja Føroyar á odda 1-0 tveir minuttir undan hvíldini.

 

- Eg eri nøgdur við avrikið hjá okkara spælarum, men sera harmur um úrslitið. Vit iðra okkum eisini um at vit ikki fingu næsta málið, tí vit vóru nær við, og eg rokni heilt sikkurt við, at um vit vóru komnir á odda við tveimum, so høvdu vit í øllum føri fingið eitt stig, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í 78. mintti javnaði Benjamin Kallman fyri Finnland, og fimm minuttir seinni var Kallman aftur uppá spæl, og legði finnar á odda 2-1. Tá so tveir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, økti Lassi Lappalainen til 3-1.

 

Efti seks dystir er Finnland nummar 3 í bólkinum við 9 stigum. Føroyar eru á 5. plássi við 5 stigum fyri sjey dystir. Pólland er oddalið í bólkinum við 14 stigum, eitt meir enn Danmark, sum er á øðrum plássi. Georgia er nummar 4 við 8 stigum, meðan Litava er aftast við trimum stigum.

 

Næsti dystur hjá føroyska U21-liðnum verður á útivølli móti Póllandi tann 7. september.

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U16 Development Tour.

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7