Nýggjastu tíðindini

U15: Vunnu 4-3 á Liktinstein

18-10-2018

Spenningur í botninum

18-10-2018

Gentur U17: Taptu fyri Danmark

18-10-2018

24 spælarar til landsliðsvenjing

17-10-2018

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

16-10-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 4. mai 2018

Atli fer upp í Common Goal

Liðskiparin á føroyska A-landsliðnum, Atli Gregersen, er farin upp í verkætlanina, Common Goal, og fer framyvir at lata eitt prosent av síni fótbóltsløn til vælgerandi endamál

Atli Gregersen er síðani 2009 skrásettur fyri 43 A-landsdystir og hevur skoraði 1 mál fyri Føroyar. Atli er nú eisini partur av Common Goal verkætlanini - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hvat hava Juan Mata, heimskendi miðvallarin hjá Manchester United, og Atli Gregersen, liðskiparin á føroyska A-landsliðnum, til felags?

 
Báðir eru framúr fótóbltsspælarar, svarar gløggi lesarin helst beinanvegin, og tað svarið er sjálvandi ikki heilt av leið, men teir teljast nú eisini millum fótbóltsleikararnar, sum lata eitt prosent av løn síni til vælgerandi endamál.

Atli Gregersen avdúkaði nevniliga hósdagin, saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, at hann er vorðin partur av sokallaðu Common Goal verkætlanini, sum spanski bóltsnillingurin tók stig til í fjør saman við felagsskapinum streetfootballworld. 

 - Eg sat einsamallur uppi 2. jóladag og las Daily Mail og The Guardian á telefonini, og so datt eg um eina samrøðu við Juan Mata, ið snúði seg um hesa verkætlanina. Eg havi hugsað leingi, at vit sum fótbóltsspælarar burdu gjørt okkurt líknandi í Føroyum, og vit eru nakrir, ið hava tosað saman um hetta, men tað er ongantíð vorðið veruleiki, greiðir Atli Gregersen frá.

 - Men eg skrivaði teimum ein teldupost tá, har eg segði teimum, at hetta var eitt frálíkt átak, og at eg gott kundi hugsað mær at verið við. Eg varð so ringdur upp seinni, og tað er so endað við, at eg varð bjóðaður uppí, og eg játtaði.

Okkara skylda at hjálpa, har vit kunnu
Tað er sjálvandi munur á tí, sum Atli Gregersen forvinnur við at spæla fótbólt og tí, sum stendur á lønarseðlinum hjá Juan Mata og hinum í evropeisku fótbóltselituni.

 - Nú munar mítt prosent ikki stórvegis samanborið við tað, sum Juan Mata, Giorgio Chiellini og hinir stórspælararnir lata, og eg mundi fingið kaldar føtur, tá eg skuldi flyta peningin fyrstu ferð. Men teir søgdu beinanvegin, at hetta snýr seg ikki um peningamongdina, men felagsskapin, sigur Atli Gregersen.

Verjuskansin hjá Víkingi og landsliðnum heldur, at ítróttarfólk onkursvegna eru noydd taka leiklutin sum fyrimyndir á seg, og hava tí ein frálíkan møguleika at geva samfelagnum okkurt aftur.

 - Nú eri eg blivin so gamal, og havi brúkt meg nógv ímillum ár og dag, so um eg kann brúka meg um okkurt, sum kunnu hjálpa onkrum, so hevði tað verið deiligt, sigur Atli Gregersen flennandi.

 - Onkursvegna eru vit fyrimyndir í Føroyum, hóast eg mangan havi traðkað við síðuna av við reyðum kortum og tílíkum, men um vit, sum ítróttarfólk kunnu ganga á odda fyri jaligari broyting í heiminum, og kanska bøta um lívið hjá onkrum, so er tað ein skylda, ið vit hava. Um tú fært 1.000, 10.000 ella eina millión krónur í løn um mánaðin, kanst tú kortini klára teg, sjálvt um tú gevur eitt prosent til okkurt vælgerandi endamál, sigur A-landsliðsliðskiparin hjá monnum við heimasíðuna hjá FSF.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7