Nýggjastu tíðindini

Trý heimalið fáa tað torført

20-04-2018

U15, U17 og U21 í steypakappingini

19-04-2018

Parasport Føroyar til Russlands

19-04-2018

GU17: Taptu fyri Norðurírlandi

16-04-2018

GU17: Flottur sigur á Kosovo

14-04-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 14. apríl 2018

GU17: Flottur sigur á Kosovo

Eftir at hava verið aftanfyri 3-1 í steðginum, vendu føroysku genturnar dystinum í seinna hálvleiki, og vunnu til endans 4-3. Silja, Lea og Fridrikka skoraðu fyri Føroyar

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kosovo - Mynd: Kristmund Johannessen

Føroyska U17-landsliðið við gentum vann næsta dystin i UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Norðurírlandi. Hesaferð var mótstøðan úr Kosovo, og úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar, eftir 3-1 leiðslu til Kosovo í steðginum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Kosovo gyltan møguleika at økja um leiðsluna. Men Óluva Allansdóttir Joensen bjargaði meistarliga, eftir at dómarin hevði dømt brotsspark til Kosovo.

 

Í staðin var tað Lea S. Lisberg, ið minkaði um munin, áðrenn Fridrikka Maria Klementsen javnaði til 3-3. Og tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, var Fridrikka aftur upp á spæl, og skoraði sigursmálið, so føroyska liðið vann 4-3.

 

Fyrsta málið hjá Føroyum skoraði Silja Pállsdóttir Augustinussen, tá hon í 18. minutti javnaði til 1-1.

 

- Eg eri sera væl nøgdur við teir báðar dystirnar, sum vit hava spælt. Sigurin á Kosovo var uppiborin, og við eitt sindur meira hepni í fyrra dystinum kundu vit havt seks stig, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Triðji og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti norðurírsku vertunum, sum verður mett at vera eitt vet sterkari enn Luksemborg og Kosovo.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U16 Development Tour.

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7