Nýggjastu tíðindini

Broytingar í leikskránni

19-07-2019

Flytingargluggin letur aftur

11-07-2019

Skráin til fótbóltsskúlan á Eiði

11-07-2019

Alex og Kári døma Europa League

09-07-2019

Myndir: Um 450 verið á fótbóltsskúla

03-07-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 19. mars 2018

Sonni Ragnar er aftur við fullari styrki

23-ára gamli miðverjin er ovurfegin um at vera aftur í landsliðshøpi eftir drúgvan skaða. Tí landsliðið er tað besta, hann veit

Eftir at hava verið plágaður av skaða í longri tíð, er Sonni Ragnar Nattestad aftur tøkur á føroyska A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

A-landsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Marbella, har tveir venjingardystir eru á skránni. Við í hópinum er Sonni Ragnar Nattestaad, sum fyri einum góðum ári síðan sleit hælsinuna. Nú er hávaksni miðverjin endiliga aftur við fullari styrku.

 

Ungi miðvingurin hevur sáttmála við norska Molde, men er í løtuni útleigaður til Ålesund, har hann hevur fingið heilt nógva spælitíð higartil í ár. Nú gleðir hann seg til aftur at lata seg í landsliðsblusuna.

 

- Tað kennist heilt fantastiskt at vera aftur við landsliðnum. Vit hava tað so gott og stuttligt saman, so eg havi ordiliga saknað dreingirnar, meðan eg havi verið burtur. Hetta at vera við landsliðnum er jú tað allarbesta, eg veit, sigur Sonni Ragnar við heimasíðuna hjá FSF.

 

Sonni Ragnar mannaði føroysku miðverjuna saman við Atla Gregersen í øllum undankappingardystunum í 2016, men seinastu dystirnar hevur Oddmar Færø spælt á tí plássinum. Tí er lagt upp til spennandi kapping um plássini, nú teir allir tríggir eru við í hópinum móti Liktenstein og Lettlandi.

 

- Líkasum allir hinir, so vil eg heldur spæla, enn sita á beinkinum, so eg ætli mær at gera alt mítt fyri at fáa spælitíð. Tað gera vit allir og soleiðis eigur tað at vera, sigur miðverjuleikarin.

 

Føroyar spæla móti Liktinstein hósdagin 22. mars og móti Lettlandi sunnudagin 25. mars.

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7