Nýggjastu tíðindini

Fokusøkið var menning av liðnum

21-09-2018

Andrew trívist væl í Klaksvík

21-09-2018

U17-genturnar til EM í Danmark

18-09-2018

U19-landsliðið við gentum úttikið

17-09-2018

Væleydnað UEFA-vitjan í Føroyum

14-09-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 8. mars 2018

U21-landsliðið móti Georgia úttikið

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum 23. mars skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Georgia

U21-landsliðið, sum byrjaði á vøllinum í 3-1 sigrinum á Georgia 10. oktober í fjør - Mynd: www.fsf.fo

- Eg gleði meg sum ein smádrongur til dystin! Soleiðis segði ein av úttiknu spælarunum, sum eg tosaði við fyrr í vikuni. Og eg skilji hann fult og heilt, tí eg havi júst somu kenslu, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Fríggjadagin 23. mars skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur á útivølli móti Georgia er á skránni. Lítil ivi er um, at uppgávan fyri framman verður sera avbjóðandi fyri føroyska hópin, men uppgávan er ikki fremmand.

 

- Teir hava nógvar dugnaligar einstaklingar, sum av álvara kunnu geva okkum trupulleikar. Men vit eru eisini vitandi um teirra veikleikar, og teimum skulu vit royna at gera brúk av, sigur Eli Hentze.

 

Føroyska U21-liðið hevur staðið seg væl í undankappingini higartil. Eftir fimm dystir eru Føroyar á 3. plássi í bólkinum við fimm stigum, sum eru komin aftaná tveir javnleikir móti ávikavist Finnlandi og Póllandi, og í heimasigri á Georgia.

 

- Vit vilja sjálvandi halda fram við góðu gongdini. Men til tess er fyrsti og fremsti setningurin, at allir hópurin við eyðmýkt letur seg í arbeiðshandskarnar og hjálpir vinmanninum undir liðini í einum og øllum sum fer fram í leiki, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Teir 18, ið eru úttiknir, eru hesir

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Erlendur Magnusson, B36

Benjamin Heinesen, B36

Daniel Johansen, HB

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Jann Julian Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard E. Olsen, B36

Janus S. Samuelsen, 07 Vestur

Jákup L. Thomsen, Thisted (DEN)

 

10. oktober í fjør spældu Føroyar og Georgia U21-landsdyst á Tórsvølli, og tá gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar. Meinhard E. Olsen, Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen gjørdu føroysku málini.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7