Nýggjastu tíðindini

Atgongumerkjasølan gongur væl

11-07-2018

Myndir: 402 børn á Fótbóltsskúla

02-07-2018

Elddópur í oysandi regni og torusláttri

30-06-2018

Atgongumerkjasølan byrjar mikudagin

26-06-2018

Jóannes: B36 hevur góð kort á hondini

26-06-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 15. desember 2017

Betri og FSF gjørt stuðulsavtalu

Fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum verða næstu fimm árini róptar Betri deildirnar. Hetta er partur av umfatandi menningaravtalu, ið FSF og Betri hava undirskrivað

Ban Arabo, stjóri í Betri samtakinum, og Christian F. Andreasen, forseti í FSF - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fremsta deildin hjá kvinnum fer næstu fimm árini at eita “Betri deildin kvinnur”, og fremsta mansdeildin verður kallað “Betri deildin menn”.   

 

- Betri virkar í og kring allar Føroyar. Fótbólturin er ógvuliga vælumtókt ítrótt, sum bæði í breidd og í við góðum úrslitum í altjóða høpi skapar úrslit. Tískil passar hetta væl saman við okkara virðum at gera eina longri menningaravtalu, sum umfatar allan føroyskan fótbólt, sigur Ben Arabo, samtaksstjóri í Betri.

 

Hetta er fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika, og hetta er avgerandi fyri FSF sum partur av menningini av føroyskum fótbólti í síni heild. Forsetin í FSF, Chrstian Andreasen, fegnast um nýggju avtaluna:

 

- Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskum fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini,  og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini, sigur Christian Andreasen.

 

Fremsta deildin hjá monnum hevur verið kallað Effo deildin síðani 2012. Samstarvið hevur riggað framúr væl, og Effo heldur fram sum stuðul hjá FSF og føroyskum fótbólti í øðrum líki.

 

Menningaravtala

Nýggja avtalan verður rópt ein menningaravtala. Hetta skyldast, at hon er heldur øðrvísi enn aðrar líknandi avtalur. Aðalfundurin hjá FSF samtykti í ár eina nýggja strategi við undirheitinum Fótbóltur fyri lívið, sum greitt ásetir, hvørji framtíðarmálini eru fyri føroyskan fótbólt.

 

- FSF hevur lagt eina greiða og miðvísa rætlan fyri at fáa fleiri at spæla fótbólt. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandslið og Betri deildina hjá kvinnum sjónlig, sigur Christian Andreasen.

 

Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.

 

- Betri hevur stuðlað nógvum fótbóltsfeløgum í Føroyum. Nú kunnu vit stuðla og vera við til at menna eftir einum skipaðum leisti, sum kann vera við til at skapa úrslit, sigur Ben Arabo.

 

Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum

Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum. Okkara kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár.

 

- Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðuli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin stuðla, sigur Ben Arabo.

 

Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022.

 

 

 

 

 

 

Formenninir í føroysku feløgunum saman við Ben Arabo, stjóri í Betri samtakinum, og Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

 

Myndir: Hans Erik Danielsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U16 Development Tour.

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7