Nýggjastu tíðindini

Landskappingin 2018 er nú skipað

12-12-2017

Dreingirnir til Makedonia og Írland

06-12-2017

Tryggja tær sess til Nations League 2018

30-11-2017

Kári avloysir Petur sum FIFA-dómari

24-11-2017

Genturnar til Danmark og Litava

24-11-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 30. november 2017

Tryggja tær sess til Nations League 2018

Landsliðspakkin við atgongumerkjum til teir tríggjar heimadystirnar hjá Føroyum í nýggju Nations League kappingini hjá UEFA verður settur til sølu fríggjadagin 1. desember klokkan 12:00

Nations League er nýggja kappingin hjá UEFA fyri A-landslið hjá monnum. Í kappingini verða luttakandi londini skipaði í fýra deildir við javnt sterkum liðum, har vinnarin av deildini fær møguleikan at luttaka í sjálvum EM-endaspælinum, sum verður í 2020.

 

Føroyska landsliðið luttekur í deild D, saman við 15 øðrum londum, ið eru styrkismett ájavnt við Føroyar á styrkislistanum hjá UEFA. Hvør deild verður býtt í fýra bólkar, við fýra londum í hvørjum bólki. Bólkavinnararnir hittast síðani í hálvfinalu og finalu, og vinnarin fer til EM 2020. Dystirnir í bólkaspælinum verða spældir á heysti í 2018.

 

Komandi ár skulu Føroyar sostatt spæla seks dystir í bólkaspælinum í Nations League – tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli. Tveir dystir verða í september, tveir í oktober og tveir í november 2018.

  

Lutakastið til Nations League verður 24. januar næsta ár. Men sølan av atgongumerkjum til kappingina byrjar longu fríggjadagin 1. desember klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyrstu atgongumerkini, sum verða sett til sølu, eru sokallaðu ”Nations League Landsliðspakkarnir”, har áskoðarar kunnu tryggja sær sín heilt egna sess á Tórsvølli til teir tríggjar Nations League heimadystirnar, sum verða í 2018.

 

1.000 ”Nations League Landsliðspakkar” verða settir til sølu, og plássini, ið talan er um, eru á eystaru síðu á Tórsvølli. Áskoðaraøkini eru flokkaði í tveir bólkar, har dýrari Landsliðspakkin kostar 600 kr, meðan hin bíligari kostar 450 kr.

 

Keyparar av Landsliðspakkanum fáa í fyrstu atløgu e-atgongumerki við heitinum "Landsliðspakkin 2018" sendandi. Eftir lutakastið 24. januar verða nýggj atgongumerki send við upplýsingum um einstøku dystirnar.

 

Meir kunning um Nations League sæst her: Nations League / youtube.com

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6