Nýggjastu tíðindini
Melda til tíðindabræv
Tíðindi - 14. november 2017
Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini triðja dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Ísland, sum vann 2-1
U19-landsliðið við dreingjum, sum er til innleiðandi EM-undankapping í Bulgaria - Mynd: Eli Hentze
Beint eftir middag týsdagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum triðja dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum er í Bulgaria.
Mótstøðuliðið hesaferð var Ísland, sum vann 2-1. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Lukas G. Giessing tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.
Í dystinum millum Bulgaria og Ongland, gjørdist úrslitið 1-0 til Ongland, sum harvið vann bólkin við fullum stigatali.
Niðanfyri ber til at síggja allan U19-landsdystin millum Føroyar og Ísland.
Skráin
8. november kl. 16:30 Ongland - Føroyar 6-0
11. november kl. 12:30 Bulgaria - Føroyar 2-0
14. november kl. 12:30 Føroyar - Ísland 1-2
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||
|
|||||||||