Nýggjastu tíðindini

U19: Skulu altíð hava dirvi at vinna

18-11-2017

Ráðstevna um børn og ung

14-11-2017

Dreingir U19: Føroyar - Ísland 1-2

14-11-2017

Flest gull til høvuðsstaðin

13-11-2017

Vandi brotsspark á náttartíð

12-11-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 12. november 2017

Vandi brotsspark á náttartíð

Tað var als ikki av tilvild, at tað bleiv Meinhard Olsen, ið skuldi taka sær av brotssparkinum, tá føroyska U21-landsliðið fekk møguleikan úr ellivu metrum ímóti Póllandi

Meinhard Egilsson Olsen sendir málverjan til vinstru, og trillar bóltin til høgru - Mynd: www.fsf.fo

- Aftaná hvørja venjing fram til dystin brúkti eg eini tíggju minuttir at venja brotsspørk. Rennilagið og teknikkurin skuldi fáast upp á pláss, og tað var viktugt, at eg setti vinstra bein fram fyrst. Eg føldi meg eisini tryggan í støðuni, tá eg rann til bóltin, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin eydnaðist tað enn einaferð føroyska U21-landsliðnum at fáa stig í einum EM-undankappingardysti. Tað var kortini so sera nær við, at Føroyar fingu øll stigini, men í 94. minutti javnaðu póllendingar til 2-2.

 

Pólland kom á odda í 35. minutti, við brotssparki, ið liðskiparin, Dawid Kownacki, sum spælir fyri italska stórfelagið Sampdoria, skoraði trygt.

 

Beinanvegin eftir steðgin setti føroyska liðið seg á dystin, og tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki dømdi dómarin brotsspark til Føroyar. Meinhard Egilsson Olsen var settur at skjóta.

 

Runavíkingurin í B36 var ísakaldur, tá hann sendi pólska málverjan til vinstru, og trillaði bóltin til høgru. Men mátin, ið sparkið varð avgreitt uppá, var als ikki nøkur tilvild, og tað ávirkaði heldur ikki Meinhard, at liðskiparin hjá Póllandi royndi at forstýra hann eitt sindur áðrenn sparkið.

 

- Nei, tað rørdi meg slett ikki, at hann royndi at órógva meg tá eg skuldi skjóta, tí eg var sikkur í at skora. Eg hevði sum sagt vant nógv at skjóta straffi, og sjálvt á hotelkamarinum vandi eg rennilagið til bóltin, sigur Meinhard Olsen, sum triðja dystin upp í slag skoraði á U21-landsliðnum.

 

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla legði Bjarni Petersen Føroyar á odda, og leingi sá út til, at øll stigini blivu verðandi í Føroyum. Men fýra minuttir eftir at vanliga tíðin var farin, javnaði Pólland til 2-2.

 

Næsti dystur hjá føroyska U21-liðnum verður 23. mars komandi ár, tá útidystur móti Georgia er á skránni.

 

Niðanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum Føroyar og Pólland.

 

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6