Nýggjastu tíðindini

Áki aftur U17-landsliðsvenjari

18-06-2018

Oddbjørn: B36 vinnur í Havn

14-06-2018

HM 2018: Daniel ber Merkið á stadion

14-06-2018

Taptu 4-1, men vístu gott spæl

13-06-2018

Atkvøða fyri USA, Kanada og Meksiko

12-06-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 10. oktober 2017

VIDEO: U21 Føroyar - Georgia 3-1

FSF Varpið: Her ber til at síggja U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Georgia, sum endaði við 3-1 sigri til Føroyar

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Georgia - Mynd: www.fsf.fo

- Hetta er annar dysturin á rað, at spælararnir avrika framúr væl, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri. Eg eri eisini sera væl nøgdur við góðu gongdina, sum vit eru í nú, og fyri tað hava allir í hópinum stórt rós uppiborið, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í fjórða dystinum í undankappingini til EM 2019, eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa fulla úrtøku. Georgia var á vitjan á Tórsvølli, og úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar, sum eisini var støðan í steðginum.

 

Meinhard Olsen legði Føroyar á odda tá 22 minuttir vóru spældir, og bara fýra minuttir seinni økti Jákup L. Thomsen um føroysku leiðsluna. Men tað gingu bara tríggir minuttir, so var Teit Jacobsen óheppin og beindi bóltin í egi mál. Teit var kortini skjótur at gera skaðan góðan aftur, og stutt fyri hálvleik skoraði Teit Jacobsen til 3-1 fyri Føroyar.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur nú 4 stig, og eru nummar trý í bólkinum. Danmark er fremst við 9 stigum, Pólland hevur 7 stig, Føroyar 4, og Litava hevur 3 stig. Næstaftast er Finnland við tveimum stigum, meðan Georgia er aftast við ongum stigi.

 

FSF Varpið sendi U21-landsdystin millum Føroyar og Georgia beinleiðis á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og niðanfyri ber til at síggja allan dystin. Niels Petersen er frásøgumaður, og afturat sær hevur hann Áka Johansen, ið er viðmerkjari.

 

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U16 Development Tour.

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7