Nýggjastu tíðindini

U19: Skulu altíð hava dirvi at vinna

18-11-2017

Ráðstevna um børn og ung

14-11-2017

Dreingir U19: Føroyar - Ísland 1-2

14-11-2017

Flest gull til høvuðsstaðin

13-11-2017

Vandi brotsspark á náttartíð

12-11-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 13. september 2017

Rannvá: Nú vita vit betri hvat krevst

Allir smálutir skulu sita, tí betri vit eru fyrireikaðar, betri gerst møguleikin at fáa góð úrslit, sigur Rannvá B. Andreasen. Hóskvøldið klokkan 19:00 spælir kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019

Rannvá B. Andreasen í dysti fyri Føroyar ímóti Montenegro fyrr í ár - Mynd: Jóanis Albert Nielsen

Rannvá Biskupstø Andreasen er royndasti spælarin á føroyska landsliðnum, sum í morgin fer á vøllin móti Kekkia í fyrsta HM-undankappingardystinum á hesum sinni. Hon heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at landsliðið er so sjónligt sum gjørligt, so at ungar gentur fáa kvinnuligar fótbóltsfyrimyndir.

 - Gentur í Føroyum gerast varugar við, at tær eisini kunnu satsa upp á at blíva dugnaligir fótbóltsspælarar. Nú eru tað ikki bert menninir, sum eru fyrimyndir hjá ungdóminum, men nú vita børn og ung, at tað eisini finnast kvinnur, sum spæla fótbólt her. Vit síggja ikki nógv til tað í sjónvarpi, men um vit byrja í tí smáa her heima, kann tað fáa stórt virði, sigur Rannvá B. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Fótbóltssamband Føroya hevur boðað frá, at kvinnufótbóltur skal uppraðfestast og mennast munandi komandi árini. Sum liður í hesum arbeiðnum varð valt, at Føroyar skuldi vera vertur fyri innleiðandi undankappingini sum var í vár, har landsliðið sum kunnugt stóð seg væl og spældi seg víðari til sjálva HM-undankappingina, sum nú stendur fyri durum. FSF gjørdi nógv burturúr kappingini, og fleiri miðlar varpaðu eisini ljós á landsliðið. Hetta hevði og hevur framvegis nógv at siga, heldur Rannvá.

 - Tað er júst hetta, sum í stóran mun hevur manglað fyrr. Um vit verða settar í brennidepilin á sama hátt sum í vár til okkara dystir í innleiðandi undankappingini, er sannlíkt, at fleiri áskoðarar koma til dystirnar, og at fólki, og ikki minst genturnar, fáa eyguni upp fyri, at vit hava eisini eitt landslið. Tað vita fleiri eftir kappingina í apríl, og eg vóni, at hetta støðið verður hildið, sigur navnframi álopsspælarin, sum hevur skotið ikki færri enn 27 mál í 48 dystum í føroysku landsliðsblusuni.

Fáar munnu hava uppliva líka nógv, sum Rannvá í føroyskum fótbólti, og hon er ein av teimum, sum vóru við, tá Føroyar spældu undankapping í 2013 og 2014, tá Svøríki, Pólland og Skotland vóru millum mótstøðuliðini. Rannvá heldur, at landsliðið er betur tilbúgvið til stóru avbjóðingina hesaferð.

 - Vit vita betur, hvat krevst. Nú hava mestsum allir spælararnir royndir frá U-landsliðunum, og umstøðurnar kring landsliðið eru eisini batnaðar munandi síðan seinast vit spældu eina undankapping, og tað er sera týdningarmikið. Allir smálutir skulu sita, tí betur fyrireikaðar vit eru, betri gerst møguleikin fyri at fáa góð úrslit, greiðir Rannvá Biskupstø Andreasen frá.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia verður á Tórsvølli hósdagin 14. september kl. 19.00. Ókeypis atgongd er til dystin.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6